Søguligt hjá Tjaldri

Tjaldur-H71 (35-32):
Við sigrinum á H71 vann Tjaldur seg upp á eitt søguliga høgt fjórða pláss, og nú hómast heiðursmerkini

Hondbóltur ? menn

Síðani Tjaldur sá dagsins ljós á øðrum sinni, hevur gingið meira enn striltið, meðan felagið hevur roynt seg í bestu deildini.
Bæði kvinnur og menn hava alla tíðina rótað í botninum, men nú tykist hetta bert at vera søga. Í øllum førum, tá tosað verður um manshondbóltin. Nú hevur Tjaldur nevnliga vunnið seg upp á fjórða pláss, og so høgt hava teir ongan tíð verið áður.

Skiftandi
Tað var tó við bit og slit, at runavíkingar vunnu dystin á hoyvíkingum, og í øllum førum var lítið í fyrra hálvleiki, sum bendi á, at heimaliðið skuldi sigra.
Hoyvíkingar komu til runavíkar uttan ein einasta sigur í endaspælinum, men fyrra hálva tíman var líkt til, at teir ætlaðu at broyta hetta. Tað gekk leingi javnt á, men so bragdaði hjá gestunum, og teir fingu skapt eitt lítið glopp, sum tó tódnaði nakað væl undan steðginum.
Fyrstu løtuna eftir steðgin høvdu gestirnir eisini gott tak á, men so steðgaði fullkomuliga. Frá støðuni 20-20 øktu runavíkingar stútt og støðugt, til støðan var 31-23, og so mundu tey flestu halda, at sigurin var heima.
Tað mundu leikararnir eisini, tí brádliga loyvdau teir gestunum innaftur. Hoyvíkingar mest sum skoraðu eftir vild, og eftir tíggju minuttum høvdu teir minkað um munin, soleiðis at bert tvey mál vóru ímillum, tá tveir minuttir vóru eftir at leika. Tá eydnaðist tó heimaliðnum at økja aftur, soleiðis at sigurin hóast alt varð tryggjaður.

Bronsan hómast
Sum sagt, so tryggjaði sigurin Tjaldri, at teir nú eru á fjórða plássinum í kappingini, og kanska eru heiðursmerkini als ikki so langt burturi.
Tvey stig eru upp til strandingar, sum eiga ein dyst tilgóðar, men nógv bendir á, at StÍF ikki verða so drúgvir eftir steypafinaluna. Dysturin í Vestmanna sýndi í øllum førum, at liðið kann fáa motivatiónstrupulleikar, og hesir verða neyvan minni, tá Skála fyri fyrstu ferð skal royna seg í best fótbóltsdeildini.
So er spurningurin, hvussu hetta við fótbóltinum fer at ávirka runavíkingar.

Dysturin í tølum
Tjaldur-H71 35-32 (14-15)
Málskjúttar:
Tjaldur: Sverri Justinussen 12(3), Dragisa Stojovic 9, Mortan Hansen 5, Zoran Sarcevic 4(1), Jens Martin Knudsen 3, Svein í Heiðunum 1, Ken Bærentsen 1
H71: Bjarni Wardum 8(5), Jákup á Borg 6, Kristjan Petursson 6, Finnu Hansson 6(1), Halgir Dahl-Olesen 5(1), Agnar Højgaard 1
Brotskøst: Tjaldur 4, H71 10
Útvísingar: Tjaldur 6, H71 3
Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen & Kristian Johansen.