POLITIKKUR
? Fer Jørgin Niclasen ikki frá áðrenn tingfundin, so leggja vit eitt misálit fram, staðfestir Lisbeth L. Petersen, forkvinna Sambandsfloksins.
Seinni um dagin skuldu Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin á fund at tosa um málið. Serliga hvønn misálitið skuldi vendast ímóti: Anfinn Kallsberg løgmanni ella Jørgin Niclasen landsstýrismanni.
Handan leiktjøldini stríddist samgongulimir hinvegin at sannføra Jørgin Niclasen um, at hann gjørdi rættast í at fara sjálvboðin, so tað slapst undan misálitinum.
Javnaðarflokkurin vil hava, at eitt misálit skal vendast ímóti landsstýrismanninum, so viðgerðin fer at snúgva seg um málið. Verður tað samtykt, er tað samstundis eitt misálit móti løgmanni, sum ikki hevur handlað í málinum, og tí kann hugsast, at hann stendur næstur á skránni, um landsstýrismaðurin rýkur.
Løgmaður hinvegin fer helst at vísa á, at hann hevur tikið støðu í málinum, tí hann hevur givið landsstýrismanninum fleiri ábreiðslur.
Stýrisskipanarlógin ásetir, at meira enn helmingurin av øllum tingmonnum, tað vil siga 17 tingmenn, skulu atkvøða fyri, um eitt misálit skal verða samtykt. Verður eitt misálit samtykt, skal løgmaður loysa viðkomandi landsstýrismann úr starvi. Er misálitið reist ímóti løgmanni, skal løgmaður biðja løgtingsformannin loysa seg úr embætinum.
Sambært tingskipanini skal eitt misálit leggjast fram skrivliga á løgtingsfundi. Skráin fyri løgtingsfundin verður tá alt fyri eitt broytt soleiðis, at hetta mál verður sett at vera næsta mál á sama fundi, og verður, tá umrøðan endar, farið beinleiðis til atkvøðugreiðslu á fundinum.
Tað er bara einaferð hent áður, at misálit er reist, síðan stýrisskipanarlógin kom í gildi í 1995. Tá reisti Jóannes Eidesgaard misálit móti Sámal Petur í Grund, landsstýrismanni, men tað fall.
Sum landið lá mánadagin, bendi alt á, at eitt misálit varð reist, men tað var ikki óhugsandi, at okkurt annað hendi í málinum, sum gjørdi, at alt verður sum vant á tingfundinum týsdagin. So er tað í staðin ES, sum er á lofti.