Hóast tann stóri stjórnarflokkurin misti fýra fólkatingslimir, var Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, ovurfegin um úrslitið.
-Stjórnin er sterkari nú, enn hon var undan valinum, segði hann við tey mongu viðhaldsfólkini, sum vóru komin saman í valhølinum hjá Vinstra at halda valkvøldið.
Tað kom heldur óvart á eygleiðararnar í Keypmannahavn, at Vinstri misti fýra tinglimir, men forsætisráðharrin segði seg fegnast um, at hin stjórnarflokkurin, Tey Konservativu, hevði eitt gott val og fekk tveir tinglimir afturat. Hetta er fyrstu ferð í 21 ár, at flokkurin hevur økt sítt tingmanatal.
Spurningurin er so, hvussu afturgongdin hjá Vinstra og framgongdin hjá Teimum Konservativu fer at síggjast aftur í stjórnarsamstarvinum. Konservativi formaðurin, Bendt Bendtsen, bleiv spurdur, um hetta kann hava við sær, at flokkurin fer at krevja fleiri ráðharrar enn teir átta, sum hann hevur havt seinasta valskeið, men hann vildi ikki svara. Aðrir tingmenn hjá flokkinum hava tó longu gjørt vart við, at framgongdin skal síggjast aftur í politikkinum tey næstu árini, og tað kann millum annað benda á, at flokkurin fer at leggja dent á skattalætta, sum hevur verið eitt av evnunum hjá flokkinum undir valstríðnum.
Samstundis er tað greitt, at stuðulsflokkurin hjá stjórnini, Danski Fólkaflokkurin, fer at seta stjórnarflokkunum fleiri treytir aftur fyri samstarv. Flokkurin fekk tveir tinglimir afturat, og Pia Kjærsgaard, floksformaður, segði valkvøldið, úirslitið er ein áheitan á flokkin um at halda fram við stuðulinum til stjórnina. Men hon legði dent á, at Danski Fólkaflokkurin vil hava størri ávirkan á politikkin í næsta valskeiði. Hinvegin fer flokkurin ikki at krevja ráðharrasessir - ikki enn.