Søguligt um Spania vinnur í kvøld

Tað hevur enn ongantíð eydnast Spania at vinna ein týdningarmiklan dyst á Fraklandi. Í kvøld bresta londini saman á Donbass leikvøllinum í Donetsk í Ukraina.

 

Seinast londini møttust í einum týdningarmiklum dysti var í fjórðingsfinaluni í HM 2006 í Týsklandi. Tá vann Fraklandi eisini, men Spania hevur bara tapt ein dyst í HM og EM samanhangi í tveir ár. Tað var móti Sveis, skrivar uefa.com.

 

«Øll halda at vit eru favorittar, tí vit vunnu EM fyri fýra árum síðani og HM fyri tveimum árum síðani, men søgan sigur at Frakland altíð eru omaná í týdningarmiklum dystum, sigur Vicente del Bosque, landsliðsvenjari hjá Spania.

 

Ein av spurninginum hjá Spania er um Vicente del Bosque velur at byrja við Fernando Torres ella Cesc Fabregas.

 

«Vit hava góðar spælarar og eg havi fleiri møguleikar. Eg havi 23 góðar spælarar og eg kann brúka allar – tí eri eg í iva um uppstillingina í kvøld, sigur spanski landsliðsvenjari.

 

Frakland er uttan miðverjan, Philippe Mexés, sum hevur leikbann. Í hansara stað kemur helst Arsenal miðverjin, Laurent Koscielny.

 

«Eg royni minst møguligt at skipa mítt lið eftir mótstøðuliðnum, men í hesum dystinum er talan um Spania, sum hevur ein heilt serligan spælistíl. Teir koma at hava bóltin nógv av tíðini, sigur Laurent Blanc, landsliðsvenjari hjá Fraklandi.

 

Fjórðingsfinalan millum Frakland og Spania byrjar kl 19:45 í kvøld. Vinnarin av dystinum skal møta Portugal í hálvfinaluni.