Søguligur dagur fyri Liverpool og Dalglish

Kenny Dalglish stendur í kvøld á odda fyri Liverpool í Evropa fyri fyrstu ferð. Við sær í hópinum hevur hann ein bara 16-ára gamlan leikarar, ið eisini kann skriva søgu. Kenny Dalglish var á fyrsta sinni venjari hjá Liverpool í tíðarskeiðinum 1985 til 1991. Øll tey árini var Liverpool útihýst av UEFA orsaka av Heysel vanlukkuni. Kenny Dalglish tók yvir eftir Joe Fagen sum venjari hjá Liverpool í døgunum eftir vanlukkuna. Liverpool var útihýst í seks ár frá at taka lut í evropisku kappingunum.

 

Í kvøld vitjar Liverpool í Tjekka, har Sparta Parg tekur ímóti í Evropa League í 1/16 finaluni. Liverpool liðskiparin, Steven Gerrard, og danski miðverjin, Daniel Agger, eru ikki við á ferðini orsaka av skaðum.

 

Við í hópinum er tann bara 16-ára og 71-dagar gamli Raheem Sterling, sum Liverpool keypti frá QPR í fjør. Hann hevur klára seg væl á ungdómsliðnum hjá Liverpool og hevur saman við trimum øðrum ungum leikarum fingið møguleikan hesuferð.

 

Kemur Raheem Sterling á vøllin, so er hann yngsti leikarin nakrantíð, sum kemur á vøllin fyri Liverpool.