Søguligur dystur í Íslandi

Um eina viku ? sunnudagin 16. mars ? fara Føroyar at spæla fyrsta landsdystin í 2008. Hann verður í Íslandi.

Grannauppgerðin verður søgulig. Hetta verður fyrsta ferðin nakrantíð, at íslendska a landsliðið fer at spæla landsdyst innandura. Spælt verður í fótbóltshøllini Kórnum í Kópavogi, har fyrsta bríkslið verður klokkan 16. Føroyar hava eina ferð áðus spælt landsdyst innandura. Tað var 31. januar í 2001, tá ið Føroyar og Svøríki spældu málleysan javnleik í NM kappingini, sum tá var á skránni. Dysturin varð spældur í fótbóltshøll í Växjö í Svøríki.

Íslendska liðið er ikki úttikið enn. Ólafur Jóhannesson, landsliðsvenjari, fer at boða frá liðnum mikudagin. Talan er ikki um altjóða leikdag, og tí fer íslendska liðið at verða mannað við spælarum úr íslendsku kappingini.

Íslendskir fjølmiðlar hefta seg við, at tað á føroyska liðnum eru fleiri, sum áður hava roynt seg í íslendskum fótbólti. Símun Samuelsen er nú aftur í Keflavík, og so verða nevndir Rógvi Jacobsen, sum áður hevur spælt við KR, Fróði Benjaminsen sum hevur spælt við Fram, og hjálparvenjarin Jens Martin Knudsen, sum bæði hevur spælt við Leiftri og ÍA.