Søguligur kappróður í Hvalvík

Seinnapartin verður næsti FM kappróðurin í ár. Hann verður á Sundalagsstevnuni, sum hesa ferð er í Hvalvík og Streymnesi.

 

Barnaróðrarnir vera klokkan 13, og startskotið í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum verður klokkan 15. Róðarlíkindini eru av teimum bestu. Tað er mest sum stilli, sólin hevur hug at kaga undan, og hitastigini eru longu fyrrapartin 12.

´

Kappróðurin í Hvalvík í dag er merkisverdur á tann hátt, at hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at 8-mannaførini fara at kappast á 2000 metra teininum. Fyrr í ár varð samtykt í Róðrarsambandi Føroya at strika 1500 metra málið, og at 6-mannaførini við monnum altíð skulu kappast á 1000 metra teininum, og at 8-mannaførini altíð skulu kappast á 2000 metra teininum.

 

Úrslitini á Norðoyastevnu fyri tveimum vikum síðani bóru boð um, at tað í fleiri róðrumum kann roknast við tættari kapping.

 

Á Norðoyastevnu var Suðuroyingur sannførandi vinnari í kappingini millum 10-mannaførini. Ta ferðina kappaðust flaggskipini á 1500 metrum. Í dag verður kappingarteinurin 500 metrar longur. Spurningurin er, hvussu Klaksvíkingur og Havnarbáturin eru fyri at bjóða suðuroyingum av, nú teinurin er longri, og nú teir hava havt tvær vikur aftrat at fyrireika seg at taka væl trimmaðu suðuroyingarnar. Spenningurin er stórur í Suðuroy, har tey fegnast um, at tað hevur eydnast at standa so væl saman um felags manning.

 

Á Norðoyastevnu vera tað øgiliga tepurt í kappingini millum 8-mannaførini, har Argjabáturin vann frammanfyri Miðving, í kappingini millum 6-mannaførini við monnum, har Sølmundur av Glyvrum vann dygst frammanfyri Gongurólv hjá Havnar Róðrarfelag og Jarnbard hjá Róðrarfelagnum Knørri og ikki minni í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum, har Royndin Fríða úr Vági vann eftir sera tætta kapping við Drekan og Jallin hjá ávikavíst Havnar Róðrarfelag og Róðrarfelagnum Knørri.

 

Í kvinnukappingunum var spenningurin størstur í kappingini millum 5-mannaførini við kvinnum, har Havfrúgvin úr Vestmanna vann frammanfyri Teistan av Argjum. Í gentukappingini var Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði suverenur vinnari, og mest sannførandi vinnarin av øllum vóru kvinnurnar umborð á 6-mannafarinum Jarnbardi.

 

Klokkan 13.00

Barnaróður dreingir

7 Beinta

8 Jómfrúgvin

9 Junkarin

10 Ternan

 

Barnaróður gentur

5 Pílur

6 Hulda

7 Spógvin

8 Fípan Fagra

9 Títlingur

10 Jallurin

11 Firvaldur

12 Falkur

13 Beinta

 

Støðan

1 Títlingur 7

2 Fípan Fagra 6

3 Jallurin 5

4 Spógvin 4

5 Firvaldur 3

6 Hulda 2

7 Falkur 1

8 Pílur 0

 

Klokkan 15.00

5-mannafør dreingir

5 Sílið

6 Ternan

7 Fípan Fagra

8 Drekin

9 Royndin Fríða

10 Jallurin

11 Blikur

12 Frúgvin

 

Støðan

1 Royndin Fríða 7

2 Drekin 6

3 Jallurin 5

4 Fípan Fagra 4

5 Blikur 3

6 Ternan 2

7 Frúgvin 1

 

6-mannafør kvinnur

7 Sølmundur

8 Rádni 1G

9 Jarnbardur

10 Lómur

11 Herningur

 

Støðan

1 Jarnbardur 7

2 Rádni 6

3 Lómur 5

4 Sølmundur 4

 

5-mannafør kvinnur

6 Drekin

7 Tjaldrið

8 Teistin

9 Havfrúgvin

10 Ørnin

11 Falkur

 

Støðan

1 Havfrúgvin 7

2 Teistin 6

3 Ørnin 5

4 Tjaldrið 4

5 Falkur 3

 

6-mannafør menn

5 Lómur

6 Strálan

7 Herningur

8 Gongurólvur

9 Sølmundur

10 Jarnbardur

11 Riddarin

12 Tvørabáturin

 

Støðan

1 Sølmundur 7

2 Gongurólvur 6

3 Jarnbardur 5

4 Herningur 4

5 Riddarin 3

6 Strálan 2

7 Tvørabáturin 1

8 Lómur 0

 

5-mannafør gentur

6 Jallurin

7 Sílið

8 Ørnin

9 Erla Kongsdóttir

10 Blikur

11 Spógvin 1G

 

Støðan

1 Erla Kongsdóttir 7

2 Ørnin 6

3 Blikur 5

4 Sílið 4

5 Spógvin 3

6 Tjaldrið 2

7 Tambar 1

 

8-mannafør

8 Miðvingur

9 Argjabáturin

10 Gullbrandur

 

Støðan

1 Argjabáturin 7 stig

2 Miðvingur 6

3 Gullbrandur 5

 

10-mannafør

8 Klaksvíkingur

9 Suðuroyingur

10 Havnarbáturin

 

Støðan

1.Suðuroyingur 7

2.Klaksvíkingur 6

3.Havnarbáturin 5