Søguligur spanióli aftur til B68

Fyrsti spaniólin í føroyskum fótbólti er aftur í B68

Fyrsti spaniólin í føroyskum fótbólti er nú aftur har, sum tað byrjaði – í B68. Pedro Taracon Anton er fyrsti spaniólin í føroyskum fótbólti, tá hann undan kappingarbyrjan í 2016 skifti til B68.


Í ár skifti hann til ÍF á sumri og spældi 11 dystir við felagnum, sum endaði við at flyta niður. Nú boðar heimasíðan hjá B68 frá, at verjuspælarin er aftur í felagnum og hevur gjørt ein eitt ára sáttmála.

 

Felagið kunngjørdi um vikuskiftið, at Bill M. Jacobsen verður nýggjur venjari í felagnum, og tekur við eftir Súna Olsen, ið var venjari í ár. B68 bleiv nummar fýra í næstbestu deildini og tað var ikki nokk til at flyta upp.