Sá ikki motorsúkkluna fyrr enn ov seint var

Ein maður fekk 1.500 krónur í bót og trý ára treytaða frádøming av koyrikortinum, fyri at vera atvoldin til ein samanstoyt millum ein bil og eina motorsúkklu.

Ein 46 ára gamal maður fekk 1.500 krónur í bót og treytaða frádøming av koyrikortinum í trý ár í samband við eitt ferðsluóhapp.

 

Maðurin greiddi frá, at hann kom koyrandi eftir einum vegi og skuldi snara til vinstru inn á eitt parkeringsøki, tað vil siga tvørtur um mótkoyrandi koyritbreyt. Tá er tað, at ein motorsúkkla kemur koyrandi móti honum og tey bæði stoyta saman, bilurin og motorsúkklan. Lítil materiellur skaði stóðst av óhappinum, men motorsúkklukoyrarin bleiv skaddur og koyrdur á Landssjúkrahúsið. Hann slapp tó við smærri snuddum.

 

Bilførarin tók alla skyld á seg sjálvan og viðgekk, at hann sjálvur var atvoldin til óhappið. Hann noktaði seg tó sekan í at hava koyrt uttan fyrilit til aðra ferðslu og at hava sett atlit hjá øðrum ferðandi til síðis í ferðsluni.

 

Í rættinum greiddi bilførarin frá, at hann snøgt sagt ikki hevði sæð motorsúkkluna, fyrr enn ov seint var. Hví hann ikki hevði sæð hann, visti hann ikki. Maðurin greiddi frá, at hann helt hámarksferðina, at hann slækkaði av, áðrenn hann snaraði, og at veðrið hendan dagin var gott.

 

Tað var ikki fyrr enn hann var byrjaður at snara og komin út í mótsatta koyribreyt, at hann varnaðist motorsúkkluføraran.

 

Motorsúkkluførarin var eisini í rættinum og fortaldi, at hann sá bilin koma koyrandi og væntaði, at hann fór at halda sína víkiskyldu. Tað var ikki fyrr enn tað einans vóru eini 30 metrar millum teir, at hann sá, at bilurin koyrdi tvørtur um sína koyribreyt. Tá var tó ov seint at gera nakað, og motorsúkkluførarin valdi at leggja súkkluna niður og skreiddi tey bæði so, súkkla og maður, inn í bilin.

 

Ferðin var als ikki høg og skaðarnir smáir, greiddi báðir frá, og motorsúkkluførarin metti, at um frástøðan var tveir metur longri, hevði súkklan steðgað, áðrenn teir stoyttu saman.

 

Dómarin valdi at fylgja ynskinum frá ákæranum og gav manninum eina bót á 1.500 krónur og treytaða frádøming av koyrikortinum í trý ár. Maðurin má tí taka teori- og koyriroyndina av nýggjum. Dómarin segði, at hetta er vanliga revsingin fyri slíkar hendingar, tá ein brýtir sína treytaleysu víkiskyldu og tað førir til eitt ferðsluóhapp.