SÍ-KÍF 3-2: Endurhoyr hæddarpunktini frá FM1

(FM1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá avgerandi bóltarnir fóru í gólvið í fimmsettaranum SÍ-KÍF 3-2

SÍ hevur vunnið seg í steypafinaluna hjá kvinnum við einum spennandi 3-2 sigri á KÍF.

 

Settmunurin var 26-24, 24-26, 25-18, 15-25 og 15-10.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Hilmar Jan Hansen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum.

 

Magnus Tausen, formaður í Flogbóltsambandi Føroya var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

 

Magnus Tausen staðfestir, at talan var um ein dyst, ið var einari finalu verdigur. Magnus Tausen undirstrikar, at liðið sum møtir SÍ í steypafinaluni, hvørt tað verður Fleyr ella Mjølnir má spæla upp til sítt allarbesta fyri at knógva SÍ í steypafinaluni.

 

Fleyr og Mjølnir spæla klokkan 19.30. Hilmar Jan Hansen sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Margit Joensen verður viðmerkjari. 

 

HERber at hoyra samrøðurnar Hilmar Jan Hansen gjørdi við Anniku Niclasen (SÍ), Eyrith Hansen (KÍF), Ragnar í Haraldsstovu (KÍF) og Anniku á Stongum (SÍ).