Søkir sjálvur um bæði loyvini

Nú síggi eg í bløðunum, at Jákup Egholm Hansen, saman við øðrum, er farin at gremja seg um, at fiskimálaráðharrin hevur ætlanir um at geva tvey rækjuloyvi aftrat, tí dagarnir verða ikki brúktir.


Jákup Egholm Hansen átti nú at unt øðrum eisini at sloppið framat. Og ikki er neyðugt hjá honum at gremja seg heldur, tí sami maður hevur havt eitt gullrandað tunfiskaloyvi, sum hann hevur selt í fleiri ár til japanar og eisini er hann saneraður fryi einar 17 milliónir krónur!

Kenni eg Jákup Egholm Hansen rætt, so hevur hann søkt um bæði rækjuloyvini frá Fiskimálastýrinum!


Ólavur í Beiti