Søkja nú um at loyvi til at taka pengar frá pørum sum vilja giftast

Havnin er blivin tað nýggja Las Vegas, sigur borgarstjórin – Ein annar borgarstjóri er ósamdur

 

Tórshavnar býráð fer nú at søkja landsstýrið um loyvi til at taka gjald frá útlendskum pørum, sum vilja giftast hjá býráðnum.

Tað hevur býráðið samtykt við stórum meiriluta.

Annika Olsen, borgarstjóri, sigur, at her er bara talan um pør, har báðir partar eru útlendingar. Tað merkir, at er annar parturin føroyingur, verður einki gjald kravt og føroyingar í útlegd, sum koma heim at giftast, skulu heldur ikki rinda.

Men hon staðfestir, at Havnin er vorðið eitt nýtt Las Vegas, sum er kent fyri, at fólk fara hagar at verða gift.

Hon sigur, at talið á útlendskum pørum, sum koma til Havnar at verða gift á býráðnum, veksur alsamt.

Í fjør vóru 60 pør gift á ráðhúsinum í Havn og 23 av teimum vóru útlendsk pør, tað vil siga útlendingar, sum ikki hava bústað í Føroyum, men sum bara komu til Føroyar at verða vígd.

Tórshavnar býráð sigurm at tað er rættiliga tíðarkrevjandu at fyrireika eina vígslu, tí aloftast hevur tað eitt langt samskifti við sær, aftur og fram ímillum parið og býráðið, og tað er um alt frá teimum formligu viðurskiftum til ymisk viðurskifti, ið meira hoyra eini ferðavinnuskrivstovu til.

– Tá ið eitt útlendskt par skal vígast, er viðgerðin serliga krevjandi, tí alt samskiftið skal vera á enskum og tað krevur fleiri skjøl, enn tá ið talan er um føroyingar.

– Og tað kann eisini vera ringt at fáa eitt útlendskt par at skilja øll krøvini til skjølini, ið skulu fyllast út, og viðhvørt skulu tey týðast av góðkendum tulki.

Býráðið sigur, at sostatt er talan um stórt arbeiði, sum í hesum føri verður gjørt fyri fólk, ið ikki eru borgarar í Tórshavnar Kommunu og sum sostatt heldur ikki rinda skatt í Tórshavnar kommunu. Og tey siga, at tað hendur seg eisini meiri enn so, at útlendsk pør spyrja, hvat tey skylda fyri ómakin.

Býráðið sigur, at í Danmark kostar ein vígsla 1.650 krónur, men kommunurnar í Føroyum hava ikki heimild at taka nakað gjald í hesum sambandi.

Og nú hevur býráðið so samtykt at søkja landsstýrið um heimild at taka eitt ávíst gjald fyri vígsluna.

Allir býráðslimirnir atkvøddu fyri, uttan Annfinn Brekkstein, sum atkvøddi blankt.

Tá ið pør verða vígd í Tórshavnar Býráð, fáa tey eitt blómutyssi frá býráðnum. Men Bjørghild Djurhuus, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, heldur, tað er rættiliga serstakt hjá pørum at koma til Havnar at verða gift. Tí heldur hon, at pørini skuldi heldur fingið okkurt varandi minni frá vígsluni, sum tey kunnu hava heim aftur við sær, heldur enn blómur, sum halda sær nakrar fáar dagar.

Og tað tóku býráðslimir væl undir við.

Men tað eru ikki allir borgarstjórar, sum eru samdir í hesum. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, skrivar á Facebook, at hann hevur brúkt nakrar leygardagar í Ráðhúsinum og í samkomum, har hann hevur vígt pør, bæði føroyingar og útlendingar.

Tað hevur skrivarin í býráðnum og hann, tikið sær av, og hann heldur seg kunna siga, at tað hava teir gjørt við gleði

– Í mínum hugaheimi er borgarlig vígsla ein partur av teimum tænastum, ein kommuna skal veita øllum borgarum ókeypis, sama hvaðani hjúnafelagarnir koma, tí hetta er ein partur av kommunala undirstøðukervinum.

Og hann heldur ikki, at kommunur skulu tjena pengar upp á at víga eitt par.

– Vónandi fer Runavíkar kommuna ongantíð at gera hjúnavígslur til ein part av inntøkugrundarlagnum hjá kommununi, sigur hann.