- Súkklararnir hava fingið betri innlit

Rógvi Johansen heldur, at Team Shell hevur verið við til at geva teimum føroysku súkklarunum betri innlit í, hvussu ein súkklukapping hongur saman

Stefan í Skorini


Í ár var fyrstu ferð, at fleiri súkklarar tóku seg saman í eitt lið, og fleiri hildu hetta verða keðiligt fyri kappingina sum heild, at eitt so sterkt lið var við.

Rógvi Johansen heldur tvørturímóti, at tað var gott, at súkkling nú eisini er vorðin ein liðítróttur í Føroyum.

- Hinir føroysku súkklararnir hava fingið eina heilt aðra uppfatan av og betri innlit í, hvussu ein súkklukapping hongur saman, og hvat spæl, ið er í eini slíkari kapping, har ymiskir súkklarar verða settir upp ímóti hvørjum øðrum, greiðir Rógvi frá.

Team Shell hevur víst, hvussu ein taktikkur kann leggjast í eini súkklukapping, og tað er nakað nýtt fyri føroyskar súkklarar. Liðið hevði ein taktikk, og tað var týðiligt at síggja, hvussu teir arbeiddu saman.

- Tað, sum eisini var ætlanin við hesum liðnum, var at geva føroyingunum innlit, tí at føroyskir súkklarar hava lítlan ella ongan møguleika fyri at verða við í eini kapping, har lið luttaka. Tað hava teir so nú, og vónandi fer tað at hjálpa teimum, og næsta ár hava vit kanska onnur føroysk lið við.

Rógvi heldur heilt avgjørt, at føroysk súkkling er á veg frameftir, og tað sæst millum annað við slíkum kappingum.

- Tað er tilgongd av ungum súkklarum í Tórshavnar Súkklufelag, og tað er at frøðast yvir, tí at eg og Gunnar eru ikki heilt ungir meira, sigur Rógvi.


Fekk góða hjálp

Um liðið hjá sær sigur Rógvi, at har var einki at fílast á, og at alt gekk sum eftir ánni. Taktikkurin, sum varð lagdur undan kappingini, eydnaðist til fulnar, og Rógvi er sera glaður fyri sítt egna og avrikið hjá sínum liði. Hóast sigurin fer Rógvi ikki at taka sær av løttum á ólavsøku, tí hann leggur leiðina beinleiðis aftur til Danmarkar, har hann í næstum fer at luttaka í tveimum kappingum.