Tingwall: Fýra av føroysku súkklarunum royndu seg í einkultstarti sunnudagin, og tríggir teirra komu á mál. Føroyingarnir vóru als ikki í nánd av heiðursmerkjum hendan dagin, og fremsta plaseringin var nummar 10.
Teir fýra súkklumenninir, sum fóru av rampuni mitt á høvuðsvegnum úr Lerwick og norður á Mainland, vóru Eli Christiansen, Esmar Joensen, Gunnar Dahl-Olsen og Christian Guttensen.
Tann seinasti av teimum kom ongantíð á mál, tí hann punkteraði, tá ið hann hevði súkklað helmingin av teimum 40 kilometrunum.
Bogi Kristiansen skuldi eisini verða við í kappingini, men hann tók seg aftur, tí hann vildi spara kreftir til aðrar kappingar.
Eingi heiðursmerki hesaferð
Vónirnar til hesa kappingina vóru einki serligar hjá tí føroyska liðnum, og tað skuldi eisini vísa seg, at tað var órealistiskt at droyma um heiðursmerki í júst hesari kapping.
Gunnar Dahl-Olsen fekk tað besta úrslitið av føroysku súkklarunum, og hann kom í mál sum nummar 10. Eli Christiansen gjørdist nummar 21 og Esmar Joensen nummar 39.
Samanlagt gav hetta føroyska liðnum eina plasering sum nummar 6.