Føroysku súkklumenninir hava ongantíð vunnið gull á Oyggjaleikunum, men teir hava fleiri ferðir vunnið heiðursmerki í teimum krevjandi kappingunum, har teir ofta kappast ímóti sera sterkum súkklarum.
Hesaferð fara fýra mans avstað, og málið er at hava eitthvørt metall heimaftur við í skjáttuni.
Fyrsta kappingin í súkkling verður sunnudagin, tá ið kappast verður í 45 kilometra einkultstarti. Her høvdu føroyingarnir stórar vónir til Boga Kristiansen, men hann meiddi seg herfyri, tá ið hann datt í eini kapping niðri, og hann hevur tí ikki fingið vant til einkultstartin, sum krevur serliga venjing. Hann hevur tí gjørt av, at hann verður ikki við í hesi kappingini.
Tí verða tað Gunnar Dahl-Olsen, Sverri Mohr Edvinsson og tann ungi Eli Christiansen, sum manna føroyska liðið í hesi kapping.
Kappingin í einkultstarti er bæði ein einstaklingakapping og liðkapping. Hvørt liðið er mannað við trimum súkklarum, og úrslitini hjá øllum trimum súkklarunum verða løgd saman fyri at vinna ein vinnara av liðkappingini.
Býarsúkkling gav heiðursmerki
Mikudagin verður kappast á100 kilometra-teininum við felagsstarti, og eisini her er talan um bæði einstaklingakapping og liðkapping.
Fríggjadagin er býarsúkkling, og her hevur Bogi Kristiansen áður víst góðar dygdir. Hetta slagið av súkkling krevur bæði dirvi og teknikk, tí tað verður súkklað skjótt, og nógv sving eru á teininum.
Fyri tveimum árum síðani vann Bogi bronsu í hesi kappingini, og hann fer aftur í ár at stríðast fyri einum heiðursmerki.
Nógvir av súkklumonnunum, sum føroyingarnir skulu kappast við, eru sera væl fyri, og tað eru ikki minst teir av Isle of Man, sum plaga at roynast drúgvir í kappingunum á Oyggjaleikunum.
Súkklarar:
Bogi Kristiansen
Gunnar Dahl-Olsen
Sverri Mohr Edvinsson
Eli Christiansen