Ikki er vanligt, at ein súkklari viðgongur sína skyld í doping. Men hetta er nú veruleiki, eftir at italienski Ivan Basso hevur boygt seg. Stóra trýstið frá pressuni og øðrum hevur ikki hildið hann føran fyri at hildið skommina sum loyndarmál longur.
Ivan Basso bjóðaði italiensku OL-leiðsluni á fund í dag, og har viðgekk hann sína misnýtslu av doping. Hann bjóðaði samstundis samgonguni at samstarva viðvíkjandi víðari kanningum av øðrum dopaðum súkklarum.
29 ára gamli Ivan Basso hevur leingi verið mettur sum ein av heimsins bestu súkklarum, og hevur fyrr fingið eitt 2. pláss í víðagitnu Tour de France. Fyri viku síðani segði hann sáttmála sín upp við sítt lið, Team Discovery Channel. Hann metti hetta vera best fyri allar partar, og í dag fekk súkkluheimurin hetta undirstrikað við feitari skrift.