Tað var lagt upp til stórt hátíðarhald á Eiði leygardagin, tá Norðljómur helt 20 ára føðingardag. Heilt nógvir næmingar eru við í musikskúlanum, sum Oddur Hentze er á odda fyri. Tey flestu av hesum spældu áðrenn hæddarpunktið, sum var, tá nýggja verkið »Sól« hjá Sunnleifi Rasmussen varð frumframført.
- Tá eg varð biðin um at skriva eitt verk til hetta, segði eg beinanvegin ja, tí musikskúlin og tónleikur er ein sera týdningarmikil partur av lívinum, segði Sunnleif Rasmussen, somuleiðis greiddi hann frá, at hann hevði valt sólina, tí hon røkkur sálini.
- Eg havi skrivað verkið soleiðis, at næmingarnir tónleikaliga sleppa at gera nakað, tey vanliga ikki sleppa. Tey sleppa nevniliga at lata vera við at spæla júst tað sama, sum øll hini gera, greiddi hann frá.
Men hann hevði eisini yvirskot at rósa næmingunum í musikskúlanum.
- Eg rokni eisini við, at næstu ferð tit hava hátíðarhald, so verður tað ein lokalur maður, sum skrivar verkið. Ólavur Larsen er nevniliga eitt tað størsta talentið at skriva tónleik, eg havi sæð í Føroyum í longri tíð, segði hann um unga oyrarmannin, sum spælir klarinett og klaver, umframt at skriva tónleik.
Verkið hevur fingið íblástur úr yrkingum hjá Christian Matras og Hans Andreas Djurhuus, og tá tað varð framført var ongin ivi um, at Sunnleif Rasmussen hevur skrivað.
Undir framførsluni vóru brot eisini lisin úr yrkingum hjá Christian Matras og Hans Andreas Djurhuus. Hetta gjørdi Rebekka Joensen frá Norðskála, og tað sýntist sum, at Sunnleif Rasmussen var sera væl nøgdur við tað, hann hoyrdi.
20 ára gamal
Norðljómur varð settur á stovn í 1988, og tað var Hans Erland í Brekkunum, sum var fyrsti formaðurin í felagnum. Hann hevur, síðan hann kom til Eiðis, verið sera virkin við tónleiki í bygdini, og tað skilst, at hann sjálvur fann upp á navnið til skúlan.
Seinastu 20 árini hava skiftandi fólk verið formenn í skúlanum, Súsanna Hammer hevur seinastu árini verið leiðari, men hon takkaði fyri seg seinasta dagin í 2008. Nú er Oddur Hentze, sum eisini er musikskúlalærari, leiðari í Norðljómi.
Næmingarnir koma fyrst og fremst úr Norðureysturoy og Norðurstreymoy, men tað eru eisini næmingar úr øðrum bygdum.
Eldri tónleikari
Jógvan K. Mørkøre, mentannarleiðari á Eiði, varð fyrstur á skránni, har hann millum annað fekk 84 ára gamla Petur M. Ejdesgaard, ið spældi tónleik á Eiði 1. mai í 1937.
Petur M. Ejdesgaard greiddi millum annað frá, at teir spældu 1. mai, tí tá spældi mann ikki flaggdagin, tí tá var ongin tílíkur.
Sjálvur spældi Petur M. Ejdesgaard piccolo.
- Eg spældi piccolo. Og so í parantes, en meget lille fløjte, greiddi hann frá, stóð á eskjuni.
Tiltakið í høllini á Eiði hevur verið fyrireikað í eina tíð, og fekk víst, at Norðljómur hevur nógv at siga fyri tónleik í økinum.