Tey hava nakað at fegnast um, sum í dag hava fingið hesa jørðina í arv, soleiðis sum sagt varð teimum frá hesum staðnum fyri umleið 2.000 árum síðani.
Tað er ikki líkt til, at landið var so ríkt tá, sum tað er í dag, hóast tað man hava verið á góðari leið tá eisini. Men tá á døgum skuldi eitt undur til at metta øll tey fólkini, sum komu at hoyra hendan mannin, sum hevði nøkur skilagóð boð at bera teimum. Tó at tað hendi í grannalagnum nakað seinni.
Men her stóðu tey so. Lærumeistarin og øll tey, sum komin vóru at lurta eftir honum. Á hesum staðnum, vilja søgurnar vera við, at tað hendi.
Sum so manga aðrastaðni, har slíkar heningar eru farnar fram - og heilt nógva aðrastaðni eisini - hava fólk so í góðari meining bygt kirkjur og kapel at vísa til hesar stórhendingarnar, sum fyri teimum eru tær størstu. Eisini her á fjallinum, sum prædikan varð hildin, er kirkja reist til minnis um ta hendingina.
Og her koma ferðafólk. Píla-grímar, sum fegnir vilja vitja staðið og helst eisini uppliva eitt sindur av tí anda, ið teir ivaleyst meta, enn má liggja yvir tí.
Men eisini tey, sum vilja selja, eru komin higar. Eins og í templinum á sinni verður alt møguligt boðið til fals til hesi, sum í síni trúgv eru komin at vitja hetta kenda stað.
Her er kiosk beint uttan fyri kirkjuna, har til ber at keypa sólhattar og kaffibønir, súltað kirsuber og skotskt whiskey umframt ein hóp av øðrum eftir egnum ynski.
Tey høvdu í dag kanska ikki havt fyri neyðini at leitað sær til Tabgha, her beint niðanfyri, at metta seg av breyði og fiski.
Og soleiðis er allastaðni, har eitthvørt, sum vísast kann aftur til heilagu skriftirnar, er farið fram. Ein ørgrynna av fólki, sum vil selja líkt og ólíkt, sum sigst at hava eitthvørt samband við staðið ella í besta føri við hesa ávísu hendingina.
Mangan hevur verið tikið til, at Jesuspápin er ofta seldur, men at bara Judas var so frægur, at hann angraði tað og tók avleiðingarnar av sínum handli. Nógv eru tey, sum seinni hava selt hann meira enn eina og tvær ferðir fyri egnan vinning, og halda væl til standa. Og soleiðis er eisini her í landinum, har hann gekk og gjørdi væl. Í dag verður víst til hansara at kalla allastaðni, har tú kemur fram. Men tá farið verður nærri at hesum, sum sita soleiðis, er kunnleikin um mannin mangan sera lítil.
Sæl eru tey spaklyntu, tí tey skulu fáa jørðina í arv.
Og ivaleyst hevur hann hugt oman at vatninum og sæð lendið ligið fyri sær vakurt og fruktargott, eins og tað er í dag. Tó ikki við plastposum bundum um bananirnar í lundunum niðanfyri, uttan bylgjandi økrum, sum bíðaðu eftir at verða skornir og gjørdir til tað breyð, sum hann fekk at røkka so væl, á eini seinni samkomu her beint niðanfyri.
Tað er hugtakandi og vakurt at hyggja oman av fjallinum og oman at vatninum.
Men tey, sum hava fingið jørðina í arv, hava helst ikki røkt hana eftir teirri ætlan, Meistarin tá hevði. Í hvussu er ikki, um vit taka ruskdungan við, sum liggur opin beint niður við kirkjugarðinum. Óvist, um tey tá høvdu verið prísað sæl, sum ábyrgdina hava av hesum.