Sól á Norðoyastevnu

Fólk kunnu vænta sær gott veður á Norðoyastevnu. Leygardagurin verður tann besti dagurin

Veðurmaðurin hjá Sosialinum, Petur Skeel Jacobsen, roknar við góðum veðri á Norðoyastevnu.
? Fríggjadagin verður eitt sindur av vindi, men leygardagin verður minni vindur, og tá er eisini møguleiki fyri nakað av sól, sigur hann.
Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av eystri og regn av og á. Hitin millum 5 og 9 stig.
Leygardaggin gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, seinni minkar hann vindin av útnyrðingi. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 5 og 8 stig.
Sunnudagin verður lot til andøvsgul av útnyrðingi, og tá kemur møguliga okkurt ælið. Hitin verður millum 4 og 8 stig.
Norðoyastevnan liggur so tíðliga á árinum, at veðrið kann verða eitt sindur misjavnt. Og soleiðis hevur eisini verið seinnu árini. Okkurt árið hevur verið av besta veðrið, men í 2002 regnaði tað mesta av stevnuni burtur.
Í ár er líkt til, at veðrið fer at skikka sær heilt væl.