Sól og summar og toka

Meðan høvuðsstaðurin hevur verið mjørka plágaður tað mesta av degnum, hevur tað verið heiður himin og sól kring landið Føroyska summarveðrið skiftir nógv, og hóast tað er mjørki ella regn í onkrum parti av landinum, so kann tað vera bjartasta sólskin onkra aðra staðni.

Dagurin í dag hevur verið ein sovorðin. Í høvuðsstaðnum hevur mjørkin rikið millum húsini, og at tað framvegis er tjúkt sæst eitt nú í tí, sum upptøkutólið frá Hotel Føroyum vísir oman ímóti býnum.

Nógva aðra staðni skýnur sólin av bláum himni. Eitt nú í Klaksvík, har tey seinastu hálva aðru vikuna hava hildið summarfestival, 100 ára føðingardag og sjómannadagar, er bjartasta sólskin. Hóast trýstið hevur verið stórt á Vágsbøi, so tykist vøllurin framvegis at taka seg gott út!