Tað verður eitt lítið lot, fyri tað mesta av landnyrðingi og eystri, og viðførir hetta tað góða veðrið alt vikuskiftið.
Bæði leygardagin og sunnudagin verður turt og sól, men kortini er møguleiki fyri mjørkaflókum.
Hitin báðar dagarnar verður millum 13 og 16 stig, og um 10 stig um náttina.
Í seinastuni hava vit hoyrt um tvær ódnir, sum hava herjað ymsastaðni. Spurningurin hevur verið, um tær mundu fara at koma hendavegin.
- Nei, sigur Petur Skeel.
Ódnin Gordon kemur ikki hendaveg, tí hon fór framvið Írlandi munandi viknað.
Ein onnur ódn Helena er stødd hundraðtals fjórðingar í ein landssyning úr Cape Race í New Foundlandi, og fer í ein landnyrðing eystan.