TÍÐINDASKRIV
KFS, Kvinnufelagasamskipan Føroya
NOKS (Samstarvsbólkur av kvinnufeløgum undir Norðurlandaráðnum) hevur á fundi í Stockholm sent Nordisk Ministerråd soljóðandi bræv:
»NOKS hevur á fundi í Stockholm 28.-30.11.2003 viðgjørt Nordiska-Baltiska átakið um sølu av kvinnum. Royndirnar eru sera positivar og sagt verður, at átakið hevur broytt almennu áskoðanina.
Tíverri sær út til at nógv er eftir at gera í einstøku londunum.
Vit, umboð úr nordisku og baltisku londunum, ynskja at Nordisk Ministerråd heldur áfram við tí arbeiði sum byrjað er, annars eru við bangnar fyri, at mafian aftur fær frítt spæl við sølu av kvinnum.
Vit halda at søla av kvinnum er brot á demokratiið og á menniskjarættindini, og ímynda okkum at vit standa saman sum ein nordisk/baltiskur frontur móti slíkari sølu.
Blíðar heilsanir
NOKS
umboðandi:
Sveriges Kvinnolobby
Kvinnufelagssamskimanir í Íslandi
NYTKIS í Finnlandi
Kvinderådet í Danmark
Kvinnufelagasamskipan Føroya
Norsk Kvinnesagsforening
ENUT (Estonian Woman´s Studies and Resource Centre)"
Tøl frá ST siga at
? kriminellir bólkar tjena umleið sjey milliardir dollarar um árið við sølu av kvinnum
? fýra milljónir av kvinnum og børnum eru offur fyri menniskjahandli hvørt ár
? umleið 500.000 kvinnur verða seldar til lokalar skøkjumarknaðir í Europa. Eitt nú Tyskland, Grikkaland, Italia, Spania og Stóra Brettland)
? flestu kvinnurnar, sum verða seldar á skøkjumarknaðunum koma úr Estureuropa, Sovjet, Baltikum og Albania.
Í Svøriki verður hildið at 200-500 kvinnur eru innfluttar til skøkjumarknaðin har.
Filmurin Lilia 4-ever vísir støðuna, sum nógvar ungar Eystureuropæiskar kvinnur enda í.
Altjóða kvinnudagur er 8. mars og hin 12. mars 2004 vísir KLIPP, filmsfelagið í Norðurlandahúsinum filmin Lilia 4-ever.
Á fundinum var eisini fyrilestur og kjak um »Barnakonventiónina«.
Eva Geidenmark frá svenska »Save the Children« greiddi frá.
NOKS heldur tveir fundir um árið.