Jan á Argjaboða, Áargeil 5, Tórshavn
Sum hjá kellingini á sinni, tá hon pissaði í sokkarnar. Tað var ein stokkutur hiti.
Landssjúkrahúsið skal ikki reka útleiguvirksemi, men tað skal reka sjúkrahús. Hetta var ført fram í “Degi og viku”, týskvøldið 10. september 2007. Eisini var ført fram, at raðfestingin hjá Landssjúkrahúsinum var so, at íbúðarblokkarnir altíð komu í aftastu røð.
Fyri at reka eitt landssjúkrahús og røkja primeru uppgávuna, sum er sjúklingurin, eru nógv lið í samlaðu ketuni, sum skulu verða og halda. Mangla eitt ella fleiri lið ella halta tey, verður rakstargóðskan eisini hareftir. Ketan kann slitna ella líða av “metalmøði”, so at ótryggleikin verður eyðkennið í sjúkrahúsrakstrinum. Flestu av hesum liðum eru uppgávur, sum ikki hava beinleiðis samband við sjúklingin, men hava alstóran týdning fyri at røkja primeru uppgávuna. Uttan røttu fólkini, amboðini og umstøður til at loysa hesar uppgávur, ber sera illa til at reka eitt sjúkrahús á nøktandi støði.
Hesa uppgávurnar eru ikki so sjónligar, og tí gloymdar, tá tað fíggjarliga grundarlagið undir teimum skal leggjast.
Landssjúkrahúsið rekur:
- Føroya størsta vaskarí
- Føroya størstu reingerðardeild
- Føroya størsta køk
- eina goymslu við 7.000 lutum og innkeyp fyri 15.mill. kr. um árið.
- Føroya størstu íbúðarblokkar.
Hetta og nógv annað skal til fyri at kunna reka Landssjúkrahúsið. So boðini um, at Landssjúkra-húsið bert skal halda seg til sjúklingaviðgerð, eru ikki haldgóð.
Landssjúkrahúsið hevur fyri neyðini at tryggja sær, at læknar og onnur viðgerarfólk, sum koma til Landssjúkrahúsið at arbeiða, kunnu fáa innivist.
Eg eri samdur í, at okkurt má gerast. Bygningarnir kunnu ikki áhaldandi standa og falla í órøkt. Nú er standurin á bygningunum so vánaligur, at fleiri og fleiri siga nei takk til at búgva har.
At íbúðarblokkarnir altíð hava staðið aftast í raðfestingini, er púra rætt. Sjúklingurin hevur altíð staðið fremst, skrivstovu og arbeiðsviðurskifti hjá starvsfólkum næst aftast og íbúðarblokkarnir aftast. Hetta er neyðugt, tá játtanin frá politisku myndugleikunum skal raðfestast innanhýsis.
Sjúklingurin fyrst, skrivstovu og arbeiðsviðurskifti hjá starvsfólkum næst aftast og íbúðarblokkarnir aftast. Hetta er ein heilt natúrlig raðfesting, sum flest øll skilja.
Verður hugt at rakstrarkontuni til rakstur av bygningunum hjá Landssjúkrahúsinum, so var hon í hon í 2006 10, 8 mill. Kr.
Útreiðslurnar eru:
El: 3,4 mill. kr.
Olja 4,3 mill. kr.
Medisinsk luftsløg 0,3 mill. kr.
Áløgd viðlíkahald 1,5 mill. kr.
Annað viðlíkahald 1,3 mill. kr.
Av hesari upphædd skal viðlíkahaldast 50.000 m2 hæddarmetrar; 1.100 metrar tunlar; 20 lyftur,
3 el- skipanir (vanligt, medisinskt, edv), ventilatiónsskipanir. Húsbúni, máling, vegir og óendaliga nógv annað. Nógv av útgerðini, sum t.d. í Køkinum, hórar undan av elli.
Alt hetta og nógv afturat skal viðlíkahaldast fyri 1,3 mill. kr. Ganda, hvør ið ganda kann.
Ført hevur verið fram, at landið skal gera íløgur, sum minka um rakstrarútreiðslurnar. Hetta hevur formaðurin í Fíggjarnevndini fleiri ferðir ført fram í samband við Sandoyartunnilin. Allar íløgur krevja eina rakstrarjáttan líka so væl sum Sandoyartunnilin og Landssjúkrahúsið. Um landsins ognir ikki skulu farast, so má peningur setast av til vanligan rakstur.
Í “Uppskot til tilmæli frá Almanna og Heilsumálaráðnum um Framtíðar Sjúkrahúsverk í Føroyum”, sum hevur verið sent út til hoyringar, verður víst á, at tað í framtíðini verður uppaftur størri tørvur at fáa útlendskar læknar til Føroyar, tí vit ikki megna at nøkta egnan tørv. Vit skulu hava eitt stað at bjóða teimum at búgva í, tá teir koma til Føroya. I hvussu er í einari byrjunarstøðu.
Nú er talan um at selja báðar blokkarnar í miðjuni, vanliga nevndir B72 og B74.
Ovasti blokkurin, nevndur B71, skal enn umsitast av Landssjúkrahúsinum. Øll, sum hava við søluna av blokkunum at gera, vita, at hesin eini bygningurin saman við læknaíbúðunum í B73 langt frá nøktað tørvin hjá Landssjúkrahúsinum fyri at hýsa turnuslæknum, serlæknum og øðrum, sum í styttri og longri tíðarskeið koma at arbeiða á Landssjúkrahúsinum.
Hvi vilja tit selja blokkarnar?
Tað er óivað einki at ivast í, at tann frágreiðingin, sum m.a. Landsbyggifelagið var við til at gera í ár 2000, sum lýsir tørvin á viðlíkahaldi á bygningunum hjá Landssjúkrahúsinum, má hava lopið kvøkk á teir politikkarar, sum vara av Landssjúkarahúsinum. Har var mett, at báðir bygningarnir, sum nú er ætlanin at selja, hava tørv á umvælingum fyri tilsamans 30 mill. kr. í “ár 2000 kr.” Í staðin fyri at fara inn og arbeiða við tí røttu varandi loysnini, sum er at fáa fígging til vega til umvælingarnar og skipa íbúðirnar sum sjálvstøðugt rakstrarøki óheft av játtanini til Landssjúkrahúsið, so verður tann lætta loysnin vald, sum letur Landssjúkrahúsið sita eftir við svartaperi í einari sera torførari støðu. Er ætlanin tann, at sølan skal verða ein stuðul til privatar íleggjarar, sum so aftur kunnu leiga íbúðirnar út aftur til Landssjúkrahúsið fyri tann prís, sum teir sleppa at áseta, ella er orsøkin ein heilt onnur?
Tørvur er ikki á at selja fyri at fíggja nakað hall á fíggjarlógini. Hví so selja?
Hvussu kemur sølan at ávirka Landssjúkrahúsið?
Umframt, at skula út á privata marknaðin at útvega íbúðir, fær sølan nógvar aðrar avleiðingar.
Innkoyringin til íbúðirnar verða eftir tí privata vegnum hjá Landssjúkrahúsinum. Uppskotið um at lata innkoyringina verða frá Frælsinum var avvíst.
Vegirnir hjá Landssjúkrahúsinum eru sera vánaligur og ikki gjørdir til nógva ferðslu. Teir eru einvegis, so koyrast skal runt alt økið hjá Psyk. deplinum. Hetta fer at økja um tann ferðslu-ruðulleika, sum longu er, eisini tá kavi og hálka er. Eisini fara sálarligu sjúklingarnir at verða óneyðugt ávirkaðir av fremmandafólki og bilum í teirra nærumhvørvi.
Hitaskipanin, elveitingin og kloakkin eru tengd at skipanunum hjá Landssjúkrahúsinum. Her má avtala gerast við keypara og Landssjúkrahúsið um avrokning fyri tænastur. Eisini mugu broytingar gerast í skipanunum, so brek í “fremmandum íbúðum” ikki nerva raksturin av Landssjúkra-húsinum.
Íbúðirnar hava eina inntøku umleið góðar 2 mill. kr,. og útreiðslurnar eru um 1,5 mill. kr. Tað vil siga, at leigararnir rinda um 0,5 mill. kr. til raksturin av Landssjúkrahúsinum. Um íbúðirnar verða seldar, má játtanin til raksturin á Landssjúkrahúsinum hækka við 0,5 mill. kr. umframt tað, at tað kemur at kosta at leiga okkum inn á privata marknaðin.
Loysnin er at lata Landssjúkrahúsið varðveita og reka bygningarnar sum eitt sjálvstøðugt virkisøki, at skipa virkið, so tað kann fáa játtan til umbygging á fíggjarlógini ella við loyvi til at upptaka lán.
Dagføra húsaleiguna, so hon er før fyri at rinda rakstur og avskrivingar. Hendan loysnin kann gerast uppá nógvar mátar, um vilji er til tess, so tað skal eg ikki fara inná her.
“Man har et standpunkt, til man tager et nyt”. Hetta segði kendi fyrrverandi danski forsætisráð-harrin, Jens Otto Krag, sáli, á sinni. Eg skal tí heita á landstýrismannin í almanna- og heilsumálum og á fíggjarnevndina um at gera tað sama og endurskoða ætlaðu søluna av blokkunum í miðjuni.