Sølan av nýggjum bilum fall ein fjórðing

Sølan av nýggjum bilum í Evropa fall við sløkum 24 prosentum í 2020. Tað metstór afturgonga upp á eitt ár.

Tað upplýsir felagsskapurin fyri evropiskar bilframleiðarar, Acea, í dag. Tað skrivar AFP.

– Marknaðurin fyri ferðafólkabilar fall við 23,7 prosentum til 9,9 milliónir bilar, sum ein beinleiðis avleiðing av covid-19-farsóttini, upplýsir Acea í eini fráboðan.

Í Føroyum fall sølan av persónbilum við 15,5 prosentum, meðan sølan av akførum sum heild fall við 6,8 prosentum.