Strandferðslan hevur sett Súluna at sigla á svínoyar- og fugloyarleiðini.
Væntandi fer Súlan úr Hvannasundi klokkan 20 í kvøld fyrsta túrin.
Ritan fekk skaða í morgun, tá ið hon skuldi leggja at á Kirkju, men hol kom ikki a bátin, sum við egnari hjálp sigldi inn aftur til Hvannasunds.
Hetta kemur illa við hjá svínoyingum og fugloyingum, tí sum fleiri áður hava víst á, er Súlan ikki egnað til siglingina.
Flutningurin er rímiliga nógvur hesa tíðina, nú fjøllini verða gingin, og heystferia verður í næstu viku.