Sálarfrøðingur: Børn mistrívast um foreldrini skeldast

- Børn mistrívast ofta, um tað er ósemja millum foreldrini. Eru foreldrini virðilig og góð við hvørt annað eftir skilnaðin, so hevur hjúnaskilnaður eina heilt aðra ávirkan á børn, sigur Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur.

 

 

 

Hjúnaskilnaður hevur sjálvsagt sera stóra ávirkan á børnini í familjuni, eins og tað rakar tey vaksnu í og rundan um familjur eisini. Men ein nýggj svensk kanning vísir, at hjúnaskilnaður hevur lítla ávirkan á børn, um foreldini bæði spæla ein eins stóran leiklut í lívinum hjá børnunum.

 

 

 

Tað eru nógvar orsøkir, til at tað kann vera so, heldur Kathrina Lindenskov Holm. Hennara royndir á økinum eru, at megna foreldrini at einast, so skulu børnini nokk koma heilskapað burturúr einum hjúnaskilnaði. Les svensku kanningina og samrøðu við Kathrinu Lindenskov Holm í Vikuskiftis Sosialinum.