Sálarheilsa í ein heilan dag

Hóast veðrið ikki var av tí besta fríggjadagin, so lýsti stóra tiltakið »Alheims sálarheilsudagur« upp í Havnargøtum.

Havn: - Tað er neyðugt at upplýsa og aftur upplýsa fólkunum um, hvat tað er at vera sálarsjúkur.

- Megna vit at bróta tøgnina, tabu’ið og tutlið í krókunum, eru vit komin langt á leið í arbeiði okkara.

Hetta var nakað av tí sum kom fram henda fríggjadagin, har umstøðurnar hjá teimum sálarliga sjúku vóru havdar á lofti og lýstar.

Miðdepil fyri øll hesi ymisku tiltøkini var Tórsgøta í Havn, her bæði framløgur, fyrilestrar, tiltøk og nógvur tónleikur var á skránni frá klokkan 15 seinnapartin til langt út á náttina.


Tey avvarðandi

Í samband við dagin legði Annlis Bjarkhamar fram eina størri ritgerð, har hon hevur prátað við 30 avvarðandi hjá sálarliga sjúkum.

Henda ritgerðin varð fyrst løgd fram fyri tíðindatænastuni, og seinni um dagin fyri tí politiska myndugleikanum, har millum annað nýggi almannaráðharrin, Rósa Samuelsen og umboð fyri Tjóðveldið lýddu á.

Á hesum fundinum vóru eisini leiðarar innan psykiatriska økið. Og tí verður vónað, at okkurt munagott fer at henda á hesum økinum í framtíðini.

Seinni um kvøldið var eitt alment tiltak við somu dagsskrá, har støðan hjá teimum avvarðandi varð lýst út frá ritgerðini, eins og dentur varð lagdur á, hví tað er so týdningarmikið at hesin stóri bólkurin ikki verður gloymdur í viðgerðini.

Dagurin endaði við stórari konsert á Reinsarí’inum, har kendir bólkar spældu í fullsetta rúminum.