Sálarliga arbeiðsumhvørvið skal í fokus

Elin N. W. Tausen, nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag
-----
Tá tosað verður um ar­beiðs­umhvørvið, hugsa vit bein­anvegin um arbeiðstrygd ella teir fysisku karmarnar á einum arbeiðsplássi, og fokus er ikki so ofta á tí sálarliga arbeiðsumhvørvinum.
Londini kring okkum eru blivin tilvitað um týdn­ingin av tí sálarliga ar­beiðs­umhvørvinum, og aftur á hesum økinum, kunnu vit kalla okkum sjálv eftirbátar á lógarøkinum, men tíbetur eru arbeiðsgevarar og ar­beiðstakarar farnir at taka hetta økið í størri álvara.
Eitt gott sálarligt arbeiðs­umhvørvi er við til at skapa arbeiðsgleði, trivnað, færri sjúkradagar og effektivitet. Eitt umhvørvi, har tú kem­ur glað­ur og fer glaður heim­aftur.
Á námsfrøðiliga starvs­øki­num hevur eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi stóran týdn­­ing fyri dygdina í tí ar­beiði, sum námsfrøðingar gera, tí námsfrøðingurin sjálv­­ur er amboðið og má tí vera í góðum standi.
Børnini og aðrir borgarar, sum námsfrøðingar varða av, hava rætt til at verða møtt av nærverandi og rúmandi starvsfólkum, sum hava orku og yvirskot til at vera við til at gera gerandisdagin á stovni til eitt mennandi og kveikjandi umhvørvið við støði í tí einstaka. Trivn­að­urin og menningin hjá tí einstaka barninum er tengt at, at barnið trygt kann granska verðina, vera for­vit­ið og gera sær royndir, bæði einsa­malt og saman við øðrum børnum – at barn­ið er í einum umhvørvi, har náms­frøðingar hava orku at verða til staðar og eygleiða og síggja, nær barnið hevur tørv fyri hjálp í síni gransking av verðini ella hjálp í sam­spæl­inum við hini.
At vera námsfrøðingur er relasjónsarbeiði, og tað er í relasjónum, at vit menniskju mennast. Tí hevur tað sálar­liga arbeiðsumhvørvið stór­an týdning fyri dygdina av tí tilboði, sum okkara børn og borgarar fáa. Eitt barn, sum kennir seg sætt, hoyrt og viðurkent mennir eina positiva sjálvsmynd, meðan tað øvugta hendir fyri eitt barn, sum ikki verður møtt.
Námsfrøðingar eru ein bólkur, sum setur sær sjálv­um høg krøv, um­framt at krøv koma frá myndug­leik­um og foreldrum/av­varð­andi. Og tá samsvar ikki er ímill­um settu krøvini og um­støðurnar at liva upp til hesi krøv, so elvir tað til strongd, og at námsfrøðingar verða útbrendir. Tað er ikki mennandi fyri hvørki børn ella borgarar, og tað er heldur ikki sunt fyri starvsfólkið at vera í slíkum umhvørvi. At arbeiða í einum umhvørvi, har ein hevur kensluna ikki at røkka, og at vera í einum umhvørvi, har umstøðurnar kennast ótryggar, er ósunt.
Námsfrøðingar á serøki­num hava verið ígjøgnum eina bygnaðar­broyting, sum enn ikki er komin heilt á mál, og tað skapar ótryggleika hjá starvfólkum, tí hvat við mínum starvi o.s.fr. Dag­stovna­økið er merkt av fall­andi barnatalið, sum merk­ir færri starvsfólk, ella kommunur velja at lækka normeringina, sum ger, at fólk vera sett niður í tíð ella søgd úr starvi. Sam­starvs­trupulleikar og happing á ar­beiðsplássinum eru eisini faktorar, sum hava ávirk­an á tað sálarliga arbeiðs­um­hvørvið. Kundi nevnt fleiri faktorar, men hetta er bara fyri at vísa á, hvat arbeiðs­gevarin eigur at verða varug­ur við, tá farið verður undir bygnaðarbroytingar ella spar­ingar.
Dygd í tí námsfrøðiliga arbeið­inum kann tí blíva ávirkað av tí sálarliga arbeiðs­umhvørvinum, og tí vil eg varpa ljós á hesa avbjóðing hjá avvarðandi myndugleikum at varveita eitt sunt og gott menningarumhvørvi til okk­ara børn og borgarar annars.
Tí okkara limir vilja tryggja sínum kundum eina góða tænastu.