Sálarliga fríur aftur

Jenis av Rana varð í gjár fríkendur í landsrættinum. Málið, ið snúði um tagnarskyldu og fráboðanarskyldu hevur vart í tvey og eitt hálvt ár. -Prosessin er so møðandi, segði hann. Í trý ár hevur málið tyngt hann. Hann greiddi frá, at ótilvitað hevði hann isolerað seg sjálvan frá umheiminum og mistonkt fólk, fyri at hugsa ilt um seg. Hesa tíðina segði hann, seg hava mist svøvn. Fríkenningin var ein sannur lætti.

-Eitt tílíkt mál nemur við trúvirðið hjá tí rakta og tað svíður. Rættargongdin er so ræðandi, at ein dagur í rættinum má bara upplivast, tað ber ikki til at greiða frá tí. At sita har, meðan ákærin spillir teg út, er ræðuligt.

Stingirnir, ið hann upplivdi, fingu hann at ivast í avgerðini hjá dómsvaldinum. Hann segði seg næstan byrja at trúgva følsku ákærunum, tí tær vóru so nógvar og ógvusligar.

Gongdin

Tíðin, ið er ligin, síðan málið sá dagsins ljós hevur, fyri hansara viðkomandi rúmað ótrúliga nógvum óhugnaligum. Eftir eina avhoyring, ið vardi fimm tímar, segði løgreglumaðurin frá ferðaliðnum við hann,

- Dette er den værste gang pis, jeg nogensinde har hørt, og der er ikke noget kød på. Hann væntaði at málið fór at vera slept 14 dagar eftir sakin kom í rættar hendur, men so var ikki. Meir enn eitt hálvt ár seinni fekk hann tey tungu boð, at hann var ákærdur.

Dyggur stuðul

Hóast hann hevur staðið í ringum ljósi í langa tíð, hevur hann havt gott fólk aftan fyri seg. Fólk, ið hava verið í viðgerð hjá honum, hava ikki skift lækna orsakað av tí og onnur rundan um hann hava verið við honum.

Nú, byrðan var lætt av honum, høvdu nógv fólk ynskt honum tillukku. Í gjár var veitsludagur seint út á kvøldið, segði hann