Konsertin verður í Müllers Pakkhúsi í Havn leygardagin klokkan 17 Tað verða fløvandi svenskir vísu- og jazztónar, ið fara at ljóma millum gamlar veggir leygardagin klokkan fimm. Tá fer kórið Sólarmagn at hava eina várfegna framførslu í Müllers Pakkhúsi í Havn.
Kórið venur í Sólarmagni á Velbastað, har eisini fleiri av kórlimunum búgva, m.a. kórleiðarin Fróði Sandoy. Skráin er sett saman av verkum hjá m.o. Olle Adolphsson og Lars Gullin. Síðstnevndi var svenskur saxofonistúrmælingur og tónaskald, ið smíðaði framúrskarandi løg sum t.d. Kärlekens ögon, sum Gunnar Eriksson hevur lagt til rættis fyri kór.
Gunnar Eriksson, professari og kórleiðari hevur eisini lagt mong av hinum løgunum til rættis, og tað er somuleiðis hann, ið hevur funnið uppá at seta bíbliutekstir úr eitt nú prædikaranum til jazzløgini hjá Gullin. Bæði Gunnar Eriksson og Olle Adolphsson hava verið í Føroyum í musikalskum ørindum.
Olle Adolphsson var fólkakærur vísusangari og tónaskald við ansi fyri tilverunnar fjálgu stundum, sum hann hevur tulkað í ógloymandi sangum sum t.d. Nu har jag fått den jag vill ha og Nu kommer kvällen.