Sólarmyrking í Føroyum

»Summarstjørnur« er heitið á einum forvitnisligum fyrilestri, ið Lars Petersen heldur týsdagin tann 5. juli kl. 20 í mentunarhúsinum í Klaksvík. Fyrilesturin er um tær stjørnur og gongustjørnur, ið vanliga eru at síggja á okkara himnarúmd um summarið. Hann fer eisini at tosa um ta fullkomnu sólarmyrking, sum verður í Føroyum ár 2015. Lars Petersen er útbúgvin stjørnufrøðingur á Aarhus Universiteti, og er dagligur leiðari á Orion Planetarium í Suðurjútlandi.
Tá fyrilesturin er liðugur, verður tað møguligt hjá áhoyrarum at seta spurningar.