Í dag markerar Sinnisbati Altjóða dagin fyri Psykiatri, sum var í gjár. Í tí sambandi hevði Vikuskiftis Sosialurin eitt stórt tema um sálarsjúku í farnu viku. Millum annað tosaðu vit við Magnus Hansen, sum hevur verið innlagdur á lukkaðu deild og er sera atfinningarsamur um karmarnar. Á skránni fyri fundin, sum Sinnisbati skipar fyri í dag, er serstakliga tónleikaterapi á skránni, og hetta er júst nakað, sum Magnus merkir hava havt týdning fyri seg. Men í dag fær Magnus ikki longur tann møguleikan, tí bert ein tónleikaterapeutur er í starvi.
- Politikararnir mugu vakna og geva psykiatriini betri kor. Vit mugu vera før fyri at gera okkara sjúku frísk. Hugsa tær, at útvið ein triðingur av okkara ungu millum 16 og 24 ár hava sálarligar trupulleikar og eru ávegis út av eggini. Ein triðingur av komandi arbeiðsstyrkini í hesum landinum. Hvat er eitt nú eitt brotið bein afturímóti tí, sum mest líkist eini sálarligari epidemi, meðan vit ganga við bindi fyri eyguni, spyr Magnus Hansen, sum áður hevur verið innlagdur millum annað á lukkaðu deild.
Tá ið umræður betringar á psykiatriska økinum er Magnus sannførdur um, at tað snýr seg ikki einsans um karmar og betraðir møblar – tað snýr seg eins nógv um, hvat psykiatriin skal kunna bjóða sjúku fólkunum.
- Eg veit, at tey nú byggja ein nýggjan bygning. Tað er fínasta slag. Men hvat skal nýggi bygningurin vera karmur um? Hvat ynskir man at bjóða fólki, sum eru sálarliga sjúk?, spyr Magnus Hansen.
Hann vísir á, at sjúkrahússtjórin ella leiðarin á psykiatrisku deild ikki einsamallir eru teir, sum eiga trupulleikan.
- Tað er alt samfelagið og serliga politikararnir. Eingin kann arbeiða ella virka optimalt í einari sjúkari skipan, staðfestir Magnus Hansen.
Magnus Hansen byrjaði síðst í fjør uppá eina øðrvísi viðgerð – tónleiaterapi, eisini eftir áhaldandi áheitanum frá hansara nærmast og sær sjálvum. Tað er fyrstu ferð, at Magnus hevur upplivað tað sum, at tað hevur gingið skjótt framá hjá honum. Men musikterapeuturin, sum Magnus gekk hjá, segði seg úr starvið fyrst í árinum, og enn er eingin settur ístaðin.
- Tað hjálpti mær so væl og eg hevði ynskt, at ein nýggjur musikterapeutur varð settur, sigur Magnus. Ein musikterapeutur er í starvi hjá psykatriini í dag, men viðkomandi megnar ikki at nøkta allan tørvin.
Fundurin hjá Sinnisbata er á skránni í Reinsarínum í kvøld klokkan 19.30. Les annars nógv meira um royndirnar hjá Magnusi og annað um sálarsjúku í Føroyum í stóra temanum í Vikuskiftis Sosialinum í síðstu viku. Um tú ikki hevur blaðið, ber til at ogna sær tað her: sosialurin.e-pages.dk