Sólborg útleigað í næstum

Allir menninir á rækjutrolarunum Sólborg eru farnir í land, og reiðarin væntar, at skipið verður leigað út í vikuni. Petur H. Jacobsen, reiðari, sigur, at tað gongur eftir ætlan við at leiga skipið út, og hann væntar, at alt kemur upp á pláss í komandi viku.
Nakrar ábøtur skulu gerast á skipið, m. a. skal okkurt gerast á verksmiðjuni, og harafturat skal skipið klassast, áðrenn tað fer avstað. Í løtuni bíðar reiðarríið eftir tilboðum frá einari føroyskari og tveimum donskum skipasmiðum upp á hesi arbeiði.
Petur H. Jacobsen sigur, at væntandi verður Sólborg leigað út frá 1. oktobur at rokna, men hann vil ikki siga, hvør tað er, ið ætlar sær at leiga rækjutrolaran.