Søldarfjørður hevur egnan lista

Í fleiri ár hevur Søldarfjørður verið umboðaður í Runavíkar kommunu, og aftur í ár hevur bygdin sín egna lista

Søldarfjørður hevur í langa tíð havt umboð í Runavíkar kommunu.
Hesi seinnu skeiðini hava vit havt eitt umboð úr bygdini, men fyri mongum árum síðani høvdu vit tvey, sigur Ólavur Asafsson Olsen.
Næstseinasta valskeið sat hann sjálvur í býráðnum, meðan Søldarfjørður hetta valskeiðið hevur Fríðbjørg Weihe at umboða seg.
Hon hevur tó gjørt av ikki at stilla upp aftur hesaferð, og tí verður tað eitt annað umboð, fær Søldarfjørður aftur hesaferð umboð í Runavíkar býráð.
Eingin av teimum, ið stillaðu upp seinast, eru við á listanum hesaferð. Listin til kommunuvalið 13. november hjá søldfirðingum sær soleiðis út:
Jonhard Danielsen,
Katrin Müller Absalonsen,
Hans Erik Hansen,
Faber Isaksen
Ragnar S. Olsen.
Talan er sostatt um fimm fólk á listanum í mun til átta seinast. Av teimum, ið standa á listanum hesaferð hevur Ragnar S. Olsen áður sitið í Runavíkar býráð.