Lagið á strandakvinnum var ikki gott eftir steypafinaluna móti VÍF og tað var ikki uttan orsøk heldur. Í byrjanini sá alt so ljóst út, men smátt um smátt datt alt sundur og einu løtuna vóru tær aftanfyri við átta málum.
Men kortini var munurin bert eittans mál, tá dysturin var av, og so stinga spurningarnir seg upp. Hvat kundi ein gjørt øðrvísi? Ella var útvísingin í endanum av fyrra hálvleiki orsøkin til tapið?
? Vit satsaðu ov nógv og tveittu tískil ov nógvar bóltar burtur í álopinum. Tað var orsøkin til at vit ikki fingu nakað skipað álop í øðrum hálvleiki, heldur Sóley Mikkelsen.
Og tað ber illa til at siga at hon er langt av leið, tí fyrstu 18 minuttirnar av seinna hálvleiki fingu strandakvinnur tvey mál, og tey vóru bæði uppá brotskast.
Men hvør var orsøkin til at tit ikku fingu spælið at hanga saman, nervar kanska?
? Eg hevði nógvar nervar og tað spælir sjálvandi inn. Eg eri ikki nøgd við mín innsats í dystinum. Eg var ikki nóg troytt eftir dystin og eg føldi, at eg hevði gjørt ov lítið, sigur Sóley.
Var tað kanska útvísingin, sum gjørdi at tit púra mistu fótafestið í seinna hálvleiki?
? Nei, tað haldi eg ikki vit kunnu siga. Tað er sjálvandi keðiligt tá slíkt hendir, men eg haldi at tað er skeivt at siga, at tað var útvísingin, sum gjørdi tað. Karin gjørdi tað hon kundi og eg haldi ikki, at hon stóð so illa, hóast onkrir bóltar fóru inn, sum hon átti at tikið, men soleiðis er tað altíð. Óluva byrjaði væl og hennara partur lá so sanniliga ikki eftir, sigur Sóley Mikkelsen.
Var útvísingin røtt?
? Eg veit ikki, tí eg sá ikki hvat hendi. Eg havi ikki hugt eftir bandupptøku av dystinum enn, so eg dugi ikki at siga um tað var rætt ella skeivt. Eftir dystin tosaði eg við ein dómara, sum hevði sæð hendingna og hann segði, at hann eisini hevði givið henni reytt kort, so tað má verða í lagi.
? Men til stuttleika kann eg siga, at eg havi upplivað at verða dømd fyri álopsfeil í eini líknandi støðu, sum hesi. Eg var á veg frameftir og vendi ryggin móti málmanninum tá vit rendu saman. So tað er ymiskt hvussu dómararnir døma slíkt, sigur Sóley Mikkelsen.
Men hóast tað er keðiligt at tapa, so er Sóley ikki bangin fyri at viðganga, at høvuðsorsøkin til tapið var, at VÍF-liðið var betri enn StÍF var leygardagin.
? Tær vóru betra liðið og tí vunnu tær, sigur Sóley Mikkelsen.
Onkur hevur sett spurnartekin við um ikki tað hevur ávirkan, at venjarin Jóhan Danielsen ikki var á beinkinum henda dagin, men tað heldur Sóley ikki.
? Eg haldi ikki at Jóhan hevði gjørt tað øðrvísi enn Jústinus gjørdi. Hann kennir okkum og hevur verið við onkrar dystir hjá okkum, og tá hava vit staðið okkum væl. Eg haldi at Jústinus kom væl frá uppgávuni, og eg haldi avgjørt ikki, at tað var hansara feilur, at vit taptu, sigur Sóley Mikkelsen at enda.