Mest spennandi kappingin fyrstu tríggjar róðrarnar hevur uttan iva verið kappingin hjá 5-mannaførum við kvinnum, har tríggir ymiskir vinnarar hava verið eftir tríggjar teir fyrstu róðrarnar.
Í samlaðu støðuni í FM-kappingini vóru eisini bert fýra stig, sum skiltu fyrstu fýra bátarnar, men hetta megnaði Sílið rættiliga at broyta á Varmakeldu. Tær gjørdu ikki mætari enn at vinna róðurin rættiliga trygt. Hini úrslitini lagaðu seg so, at tað nú eru heili seks stig á muni niður til næsta bátin.
Gleði umborð á Sílinum
Eingin ivi var um, at gleðin var stór umborð hjá kvinnunum á Sílinum eftir sigurin á Varmakeldu.
- Hetta følist ónatúrliga gott. Tað er hetta vit hava kempa fyri síðstu róðrarnar, og í dag róðu vit allar sum ein, sigur Ingunn Jensen.
Tað er heldur eingin ivi um, at sigurin hevði stóran týdning fyri Sílið, serliga tá hugsa verður um støðuna í FM-lappingini.
- Tað hevur ikki gingið heilt eftir vild hjá okkum síðstu róðrarnar, men hetta hugsa vit ikki um eftir sigurin á Varmakeldu. Nú hyggja vit fram til næstu stevnu, sum vit eisini mugu royna at vinna. Sigurin á Varmakeldu hevði annars sera stóran týdning fyri okkum, serliga tá man hugsar um, at úrslitini lagaðu seg so væl, at vit nú eru heili seks stig framman fyri næstu bátarnar í FM-kappingini, sigur Ingunn.
Ingunn sigur at enda, at hon heldur tað ikki vera so løgið, at kappingin hjá 5-mannaførum við kvinnum hevur verið so jøvn í ár.
- Tað er einki løgið í, at tríggir ymiskir bátar vunnu fyrstu tríggjar stevnurnar, tí har eru nógvar góðar manningar við í kappingini. Eini fimm ella seks manningar kunnu vinna ein róður á einum góðum degi, og hetta ger kappingina og róðrarnar sera spennandi.