Sílið er FM vinnari í kappingini millum 5?mannafør við gentum. Tað hava tær so rudduliga uppiborið. Eingin hevur staðið teimum kurl í nøkrum av kappingunum, sum hava verið fyrr í summar, og á vestanstevnuni í Miðvági var sigurin hjá Sílinum meiri sannførandi, enn allir hinir fimm sigrarnir á steevnuni vóru. Tað var hann, sjálvt um Sílið ikki fekk besta startin.
Fípan Fagra megnaði beinanvegin at trýsta seg ein lítlan skut framum allar hinar trettan bátarnar. Blikur fylgdi væl við, og tað var skjótt, at Sílið eisini kom upp í kappingina.
Fípan Fagra megnaði at halda tørn um oddaplássið eina góða løtu, men so bjóðaði Sílið orduliga av, og tað var ikki lukkuligt.
Eftir at eitt sindur av togan eina løtu hevði verið millum Fípuna og Sílið, legði havnarbáturin seg framum Fípuna og Blik, sum síðani kappaðust um næstfremsta plássið. Sílið legði meiri sjógv millum seg og hinar, og á síðsu metrunum var tað sera sannførandi hjá Sílinum.
Hjá Bliki gekk tað ikki so væl, sum tað hevur gjørt aðrar ferðir. Drekin megnaði at vinna triðja plássið. Hann var eina bátslongd aftanfyri Fípuna Føgru. Gentubáturin av Argjum endaði á fjórða plássi.
At tveir bátar hjá Havnar Róðrarfelag endaðu millum tríggjar teir bestu undirstrikaði, at Havnar Róðrarfelag er sera væl fyri í løtuni.
Í fjør var Fípan Fagra FM vinnari. Tær vunnu allar róðrarnar uttan tann á ólavsøku, tá Blikur av Argjum vann, og Fípan Fagra var nummar tvey. Higartil í ár hevur Sílið vunnið allar teir fyrstu fimm róðrarnar. Nú er bara ólavsøkuróðurin eftir. Spennandi verður at fylgja við í, um Sílið annan sunnudag í heimasjógvi fer at megna at seta trumf á framúr góða kappingarárið, ella um ein av hinum bátunum fer at megna at spæla meistarunum eitt puss.
Hóast munurin frá teimum fremstu og aftur til hinar bátarnar var rættuliga stórur í Miðvág, so er tað hugaligt at staðfesta, at áhugin fyri at taka lut er rættuliga stórur millum gentumanningarnar. Aftur hesa ferð var talan um størsta róðurin. Fjúrtan manningar vóru við í kappingini.
Hjá tveimum vágabátum gekst tað eitt sindur striltið at stýra. Gula kortið varð vundið á stong fyri bæði Ørnini og Frúnni.