Sílið og Blikur rógva fyri seg sjálvi

Í kappingini millum dreingjabátarnar stendur tað í hvørjari kapping til at bresta í spenningi, meðan genturnar umborð á Bliki og kvinnurnar umborð á Silinum eru nógvar bátslongdir undan øllum hinum

5-MANNAFØR

Tað er ikki lukkuligt, so stórur er spenningurin millum dreingirnar, sum rógva við 5-mannaførum. Ritan vann í Klaksvík, Sílið vann í Hósvík, og á Tvøroyri vóru tað aftur teir í Hvannasundi og Norðdepli, sum settu trumf á, meðan Fípan Fagra allar tríggjar ferðirnar hevur verið næstfremst.
Sílið endaði á fimta plássinum á Jóansøkuni. Út frá úrslitunum í undanfarnu kappingunum sigur tað seg næstan sjálvt, at okkurt ikki ruggaði rætt hjá dreingjunum í Havnar Róðrarfelag, og soleiðis var tað. Stavnhaldsboyan, sum Sílið stýrdi eftir, lá langt úti á róðrarøkinum og ikki innanfyri málið, soleiðis sum hon sjálvandi eigur at vera. Sílið kom í trupulleikar, og hóast tað ikki tóktist sum um, at teir skuldu vinna, so bendir alt á, at Síla dreingirnir mistu týdningarmikil stig í FM kappingini.
Havnar Róðrarfelag hevur kært róðurin til Róðrarsambandið. Teir hava biðið um, at tað verður róð av nýggjum, og um tað ikki ber til, so at stigini, sum vórðu lutað á Jóansøku, ikki skulu telja við í FM kappingini. RSF hevur ikki viðgjørt kæruna.
Ritan og Fípan Fagra høvdu ein orduligan dyst um fremsa plássið. Ritan lá á klaksvíksdreingjum á Norðoyastevnu. Í Sundalagnum var Fípan aftur nummar tvey, men tá eydnaðist tað ikki so væl hjá Rituni, men hesa ferð vann Ritan aftur. Munurin var ikki meiri enn stavnurin!
Harvið er lagt upp til rimmar kapping um FM heitið. Ritan hevur 18 stig, Fípan Fagra hevur 15 stig, og Sílið hevur 13 stig. Hesa ferð megnaðu bæði Drekin og Blikur at basa Sílinum.

Suverenir vinnarar
Í kappingini millum 5-mannfør við gentum og 5-mannafør við kvinnum er ikki serliga stórur spenningur.
Genturnar á Argjum hingu fastar í startinum á Norðoyastevnu, og so endaðu tær aftastar. Síðani hava tær vunnið báðu ferðirnar, og á Jóansøku var munurin aftur til Drekan tíggju sekund ella tríggar bátslongdir og gott og væl tað. Nú liggja Blikur og Drekin borð um borð í FM kappingini, men út frá gongdini tvær tær seinastu ferðirnar er tað ilt at ímynda sær annan meistara enn Blik.
Sama skilið er í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum. Har hevur Sílið vunnið hvørja ferð, og á Jóansøku var fjarstøðan frá teimum og aftur til Blik meiri enn tvær bátslongdir. Sílið hevur fult stigatal, og tað skal nógv venda upp, sum nú vendir niður, um tað skal eydnast nøkrum at taka Sílið?. Heldur tykist tað vera ein spurningur, um Blikur fer at megna at varðveita næstfremsta plássið. Hesa ferð gav Fípan Fagra Bliki ein skarpan gang. Munurin var kanska ein fjórðings skutur.
Stóri dramatikkurin var, tá ið Frúgvin, sum kortini megnaði at enda á fjórða plássinum, undan sjálvari kappingini var niðursigld av bátinum hjá høvuðsdómarabátinum! Tíbetur hendi eingin mansskaði. Okkurt borð fór, og hóast kvinnurnar vóru rættuliga skelkaðar, so megnaðu tær kortini at kappast og vinna fjórða plássið.

5-mannafør, dreingir
1Ritan05:31.11
2Fípan Fagra05:31.12
3Drekin05:37.16
4Blikur05:39.12
5Sílið05:40.04
6Tjaldrið05:47.06
7Dúgvan06:17.0

5-mannafør, gentur
1Blikur06:05.19
2Drekin06:15.08
3Tekla06:16.10
4Tjaldrið06:19.15
5Havfrúgvin06:23.12
6Erla Kongsdóttir07:06

5-mannafør, kvinnur
1Sílið05:48.17
2Blikur05:55.14
3Fípan Fagra05:55.16
4Frúgvin05:57.03
5Drekin05:57.17
6Firvaldur05:59.12
7Royndin Fríða06:01.21
8Ørnin06:06.20
9Ritan06:10.15
10Junkarin06:13.13