Sílið úr Havn skrivaði kappróðrarsøgu leygardagin. Sum tann fyrsta kvinnumanningin, ið vinnur føroyameistaraheitið við fimmmannaførunum. Hetta er tað fyrsta árið, at bæði gentur og kvinnur rógva við fimmmannaførunum.
Ikki kann annað sigast enn, at Sílið veruliga fekk uppreisn í Miðvági leygardagin. Tvær ferðir hava fleiri av manningini verið við til at tapt føroyameistaraheitið í seinasta róðrinum. Á Ólavsøku í fjør endaði Sílið á einum fimta plássið, meðan Blikur vann róðurin og harvið føroyameistaraheitið. Tann støðan endurtekur seg ikki í ár, tí Sílið hevur vunnið allar róðrarnar uttan fjarðastevnu og eru føroyameistarar.
Stórt trýst hevur óivað verið á Sílakvinnunum undan róðrinum leygardagin, men tær sýntu væl og virðiliga, at tær eru rætta manningin, sum fer at standa við gullkrónunum Ólavsøkuaftan.
Sílið fekk annars kapping frá fleiri øðrum bátum, men megnaði at halda tørn allan vegin og vinna róðurin. Fípan Fagra, sum vann undanfarna róðurin, fekk annaðplássið, men tað var sera tætt millum Fípuna og Frúnna. Hvussu verður á Ólavsøku er ikki gott at vita nú, men óivað verða Sílakvinnurnar sera uppsettar at vinna Ólavsøkuróðurin á heimasjógvi.
5 mannafør kvinnur
1 Sílið 05:13.20
2 Fípan Fagra 05:17.04
3 Frúgvin 05:17.05
4 Royndin Fríða 05:20.19
5 Blikur 05:21.22
6 Ørnin 05:27.12 1G
7 Firvaldur 05:28.08
8 Junkarin 05:28.15
9 Ritan 05:30.01
10 Falkur 05:45.21