Sílið vann og spenningurin øktist

Hóast teir endaðu á triðja plássinum hesa ferð, so eru dreingirnir á Fípuni Føgru framvegis á odda í kappingini um FM

5?MANNAFØR DREINGIR
Jóannes Hansen


Havnardreingir umborð á Sílinum hava dyggiliga vaskað stóra kiksaran á Skálafjørðinum burtur. Ta ferðina vórðu teir kolldømdir, tí teir fingu tvey gul kort í sama róðri. Síðani vunnu teir í Hósvík, og tá teir leygardagin vóru í Vági, vístu teir aftur øllum avbjóðarunum aftur um seg.


            Fípan Fagra vann tvær tær fyrstu kappingarnar í ár. Men tað var ikki frá bátinum úr Klaksvík, at Sílið fekk størstu kappingina leygardagin. Heldur var tað Blikur av Argjum, sum hevði hug at bjóða av. Tíðarmunurin millum Sílið og Blik var tvey sekund, sum er tað mesta av einari bátslongd. Tað vil siga, at sigurin hjá Sílinum var rudduligur. Blikur var eitt sekund undan Fípuni Føgru.


            Fípan Fagra er framvegis fremst í FM kappingini. Teir hava 21 stig. Blikur hevur 19, og Sílið hevur 17. Tí er lagt upp til eina sera spennandi endakapping um FM heitið.


            Úrslitini í Vági vóru soleiðis, at tað neyvan kann roknast við, at aðrir bátar enn hesir tríggir fara at blanda seg upp í kappingina um trý tey fremstu plássini. Havfrúgvin og Tjaldrið hava undanfarnu árini vunnið nógv. Hesir báðir bátarnir endaðu í Vági á ávikavíst fjórða og fimta plássinum, men munurin fram til Fípuna Føgru var meiri enn fýra sekund, sum er meiri enn ein bátslongd.


            Um Sílið, Fípan Fagra og Blikur enda á trimum teimum fremstu plássunum, so verður tað avgerandi fyri, hvør skal hava FM heitið, um Fípan Fagra fer at megna at toga seg fram aftur á annað ella fyrsta plássið. Um Sílið fer at vinna bæði í Miðvági og á ólavsøku, so verða teir FM vinnarar. Men bara um teir fáa hjálp frá Bliki, sum skal halda Fípuna Føgru aftanfyri seg.


            Blikur hevur ikki vunnið higartil, men hann hevur framvegis møguleika at vinna FM. Tó ber tað honum nevyan til at vinna FM, um hann ikki vinnur í hvussu so er annan av róðrunum, sum eru eftir ? um Sílið og Fípan Fagra báðu ferðirnar verða ímillum tríggjar teir fremstu á mál.