Sílið vinnur hvørja ferð. Hetta er útsøgn, sum er tvífalt sonn. Eingin stóð dreingjamanningini hjá Sílinum kurl á Skálafjørðinum í dag. Harvið var talan um sama vinnara, sum tað hevur verið tríggjar tær fyrstu ferðirnar ? í Klaksvík, í Hósvík og í Vági.
Útsøgnin er eisini sonn á tann hátt, at hetta var áttanda ferðin, at Sílið bjóðaði seg fram í FM kappróðri higartil í ár, og hetta var áttanda ferðin, at Sílið var fyrst á mál. Umframt við dreingjamanning hevur Sílið vunnið fýra ferðir við kvinnumanning.
Sigurin var ógvuliga sannførandi. Sílið stakk seg beinanvegin framum hinar bátarnar, og Sílið var fremst allan kilometurin, sum tað verður róð. Á málinum var munurin aftur til Havfrúnna úr Vestmanna meiri enn tvær bátslongdir.
Havfrúgvin var skutin fremri enn Junkarin úr Kvívík, og so var eitt sindur aftur til Tjaldrið og hinar bátarnar.
5 mannafør dreingir
1 Sílið 05:12.06
2 Havfrúgvin 05:18.16
3 Junkarin 05:19.22
4 Tjaldrið 05:25.21
5 Teistin 05:28.21
6 Strípan 05:31.13
7 Katla 05:34.20
8 Blikur 05:37.05
9 Jallurin 05:45.17
1 Sílið 28
2 Havfrúgvin 23
3 Junkarin 21
4 Tjaldrið 15
5 Strípan 11
6 Teistin 9
7 Katla 3
8 Blikur 1
9 Tambar 1
10 Jallurin 0