Sólin í brennideplinum

Í sambandi við, at fráfarandi hvalbiarprestur kanska aftur fer at søkja starv í Føroyum um nøkur ár,Riðil av norðmonnum rindaði 13.000 krónur, hvør, fyri at sleppa at hoyra rúmdarmannin Buzz Aldrin halda fyrilestur umborð á marglætisferju sunnanfyri Cornwall. Átrúnaðarligu avleiðingarnar, sólarmyrkingin hevðí í gjár, var, at víðgongdir fylkingar í Ungarn kravdu, at dagurin í gjár varð lýstur heilagur. Meginparturin av evropeisku upptøkutólunum stóðu loddrøtt um miðdagsleitið í gjár, tá dimmi legðist á Suðurevropa sigur bispur, at presturin verður eins væl skikkaður tá, sum í 1995. Einasta, sum er broytt í sambandi við starvssetanir, er, at bispur er farin at spyrja, hvørja hugsan prestarnir hava um aðalmál í kirkjuni. Annars harmast bispur um kirkjustríðið, ið hann skírir hitt mest óneyðuga, ið verið hevur

Høgni Mohr


Í Bretlandi og niðri á evropeiska meginlandinum varð stór orka løgd í at gera vart við, og serliga vinna uppmerksemi og pening burturúr sólarmyrkingini um miðdagsleitið í gjár.

Umframt stóra upptøkuvirksemið í Cornwall, leigaði bretska sjónvarpsstøðin, BBC, sær tvey Concorde-flogfør og tjokkaði tey við upptøkutólum til tess at fylgja mánaskugganum beinleiðis úr erva, einar tríggjar tímar.

Í suðurtýska býnum, Pzorzheim, sendu tey ein gassbjólg við upptøkutóli einar 25 kilometrar upp í loft. Myndirnar vórðu vístar á stórum skíggja á torginum í býnum.


Ungarar fingu ikki frí

Guðstænasta varð hildin í Múnster í Westfalen, og har nýttu tey høvið at draga fram skapanarsøguna. Fyrstu orðini undir guðstænastuni vóru: »Og tað varð ljós«

Átrúnaðarligu ískoytini á meginlandinum vóru fleiri; summi ógvusligari enn onnur. T.d. í Ungarn løgdu átrúnaðarligir bólkar stórt trýst á sitandi stjórn, til tess at fáa hana at lýsa dagin heilagan. Stjórnin megnaði kortini at standa ímóti, og ungarar noyddust til arbeiðis, sum vanligt?


Sang sólina svarta

Longur eysturi, í rumenska høvuðsstaðnum, Bukarest, varð eisini gjørt nógv burturúr myrkingini. Italski tenorsangarin, Luciano Pavarotti, sang so fagurliga, meðan dimmi legðist á einasta evropeska høvuðsstaðin, har sólarmyrkingin var fullkomulig.


Aldrin aftur í brennidepilin

Norðmenn trívast á sjónum; eisini ein slíkan dag. Tað var ikki hissini uppliving, tey 2.000 ferðafólkini á risaferjuni, »Norwegian Sky«, fingu sunnanfyri Sillingaroyggjar við Ermasund. Hvørt teirra hevði goldið 13.000 krónur fyri 72 tíma langa túrin; men við á ferðini var eisini amerikumaðurin, Buzz Aldrin, ið fyri tríati árum síðani, var seinni maðurin, sum steig fótin á sjálvan ljósasløkkjaran, Mánan. Undan myrkingini helt amerikanski himmalfarin fyrilestur umborð.


Trongligt í túni

Hóast avmarkaða myrking í Føroyum, var áhugin stórur; undir øllum umstøðum á Sosialinum. Snildu myndamenninir, Álvur Haraldsen og Jens Kristian Vang, løgdu nøkur filmsørk saman, og hesi vóru vælegnaðar sjónverjur. Rættilig tyrping var fyri gluggum og í túni, tá starvsfólkið vildi sleppa at kaga uppí skerda sóleygað.

Full sólarmyrking var her á landi hin 30. juni 1954. Og »longu« á vári í 2015 verður aftur myrkt á alljósum degi í Føroyum.