Kendi írin Roy Keane metir at sálin í fótbólti er við at hvørva. Hann sigur víðari at prísirnir á atgongumerkjum eru alt ov høgir. – Vanligt fólk hava ikki ráð at fara til fótbóltsdyst longur. Liðini í Onglandi hava nærum ongar bretar eftir í hópunum, og tá ein so eisini skal gjalda heilt upp ímóti £30 fyri ein dyst, fullan av útlendingum, ja hvar er sálin tá. Man brennir ikki líka nógv fyri liðnum, og man kanska gjørdi fyrr. Tað er alt so ókent og ósigandi.
Ferð eftir ferð sær man tóm áskoðarapláss til dystir, og so galið er tað enntá summa staðni, at nærum ongin kemur til dyst. Hetta er sera óheppið metir Roy Keane, ið er manager hjá Sunderland FC í ensku Premier League.