Í dag kunnu vit vænta okkum relativt gott veður, uttan stórvegis av vindi og við møguleika fyri sólglottum.
Dmi sigur, at í dag verður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5-10 m/s. Tað regnar fyrsta partin av degnum, men síðani klárnar, og tað verður turt.
Enntá kunnu vit vænta okkum sólglottar seinni í dag. Hitin í dag um 8 stig.
Í nátt verður somuleiðis 5-10 m/s av landsynningi. Tað verður skíggjað og regn av og á og hitin millum 5-8 stig.