Eitt hátrýst í ein útsynning úr Íslandi liggur mest sum í stað. Eitt rák av lýggjari og støðugari luft kemur tí inn yvir Føroyar av útnyrðingi. Um vikuskiftið fer hátrýstið eitt skifti í ein sunnan og rákið kemur inn yvir okkum av vestri. Í morgin fer hátrýstið inn í Norðhavið og tað gevur okkum eitt rák av eystri.
Veðrið í dag
Lot til andøvsgul av vestri, eitt skifti stívt andøvsgul, um kvøldið av norðri, 3 til 8 m/s. Sól flesta staðni, men eisini stundum skýggjað og í støðum mjørki. Hitin millum 10 og 15 stig, í fall av mjørka eitt sindur kaldari. Í nátt skýggjað, men turt og hitin millum 5 og 8 stig.
Í morgin
Lot til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 m/s. Turt og fyrst skýggjað, men út á dagin møguliga sól. Hitin um dagin millum 8 og 12 stig, um náttina millum 3 og 7 stig.
Týsdagin
Lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s, sum um náttina snarar í ein landnyrðing. Turt og sólglottar. Hitin um dagin millum 8 og 12 stig, um náttina fyri tað mesta skýggjað og hitin millum 4 og 7 stig.
Mikudagin
Lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s. Turt og fyri tað mesta skýggjað. Hitin um dagin millum 8 og 13 stig, um náttina millum 4 og 7 stig.
Hósdagin
Lot til andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og skýggjað, men stundum sólglottar. Hitin um dagin millum 8 og 12 stig, um náttina um 7 stig.
Fríggjadagin
Lot til andøvsgul av eystri og norðri, 3 til 8 m/s, turt og sólglottar og hitin millum 8 og 12 stig. Um náttina skýggjað og hitin millum 4 og 7 stig.