Sjey kór og einstaklingar, 140 sangarar, 2 kórleiðarir og 4 tónleikarar luttóku á stevnuni. Norðuratlantiska Kórstevnan í Danmark er vorðin eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári, og í ár skipaði Húsakórið í Føroyahúsinum í Keypmannahavn fyri stevnuni. Kórstevnan varð hildin bæði í DGI-býnum, sum liggur við høvuðsjarnbreytarstøðina í Keypmannahavn og í høllini á Frederiksberg Rådhus. Í DGI-býnum varð vant, og har búðu fyrst og fremst langfarafólkini.
Fyrstu luttakararnir komu til Keypmannahavnar hóskvøldið 10. mai. Kórstevnan byrjaði fríggjamorgun 11. mai, har luttakararnir kundu velja seg inn á antin ein klassiskan ella ein rútmiskan sangbólk. Føroyski tónasmiðurin og kórleiðarin, Sunleif Rasmussen, tók sær av tí klassiska kórsanginum, og svenski professarin og kórleiðarin, Gunnar Eriksson, tók sær av tí meira rútmiska sanginum, har eisini improvisatiónin fekk ein stóran leiklut og ljóðføri spældu saman við sanginum.
Eitt nýtt kórverk var bílagt til stevnuna. Tveir ungir, føroyskir listamenn, Tróndur Bogason, tónasmiður, og yrkjarin, Niels Uni Dam, gjørdu verkið ðq. Tróndur Bogason, sum lesur á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium, og Niels Uni Dam, sum lesur samskifti og heimspeki á RUC, leitaðu sær íblástur til verkið í fólki, mentan og nattúru í teimum trimum londunum í útnorði. Talan er um nýhugsan innan kórsang, og hetta er eitt sera áhugavert verk, sum á sín serstaka hátt knýtir eitt mentunarligt band ímillum londini í útnorði og Danmark.
Føroyahúsið á Vesterbrogade var karmurin um røkt av luttakarunum, og har vóru allar máltíðirnar serveraðar. Tað var ógvuliga væl fyriskipað, og Føroyahúsið eigur stóra tøkk uppiborna fyri hetta arbeiðið.
Kaffimunnarnir komu trillandi úr Føroyahúsinim oman í DGI-býin, har Georg og Bjarki í strálandi hýri skonktu uttandura-kaffi til alt fólkið í støðgunum, sum vóru vælsignaðar sólskinsløtur.
Konsertirnar
Fyrsta konsertin varðhildin fríggjakvøldið 11. mai í DGI-býnum, har tey 7 luttakandi kórini framførdu teirra egnu sangir: Grønlændertruppen MIK, Det islandske Kvindekor i København og føroysku kórini Álakórið (Ålborg), Gentubólkurin DRÓS, MPIRI og Húsakórið (Keypmannahavn) og Cantabile (Tórshavn). Fleiri av áhoyrarunum meintu, at ongantíð áður hevði dygdin verið á einum so høgum støði.
Onnur konsertin varð hildin leygardagin 12. mai í Frederiksberg Ráðhúsi. Her var serliga nógv gjørt burturúr karminum um konsertina.
Fyrst kom borgarstjórin í Frederiksberg Kommunu, Mads Lebech, mitt undir venjingini, pyntaður við borgarstjóraketuni, og ynskti øllum luttakarunum at vera hjartaliga vælkomin til ráðhúsið. Sum kvittan fyri røðu hansara sang Cantabile, sum var á konsertferð júst í hesum døgum og luttók á allari stevnuni, ógvuliga vakurt sangin: Tá ið teir sóu landið fyri borgarstjóranum.
Konsertin byrjaði við at sjónleikarin við Det kongelige Teater, Annika Johannessen, ógvuliga vakurt las upp eina tekst, hugkveikt úr verkinum hjá Trónda Bogasyni og Niels Una Dam.
Eisini var ein frásøgumaður, ið segði áhoyrarunum frá luttakarunum og innihaldinum í konsertini. Tað var Heini Davidsen, ið hevði hesa uppgávu, sum hann framdi uppá ein meistarligan hátt.
Konsertin var í trimum pørtum. Fyrst sang bólkurin hjá Gunnar Eriksson, har teir 4 tónleikararnir, Lisbeth Diers, percussion, Joakim Rolansson, altsax, Mats Eriksson, guitar og Thommy Andersson, k-bas, spældu til sermerktu improvisatiónirnar hja Gunnar Eriksson. Síðan sang bólkurin hjá Sunleif Rasmussen, og at enda frumframførdu allir luttakararnir á stevnuni nýggja verkið ðq, ið var sungið á føroyskum, íslendskum og grønlendskum, og harumframt við einari solorødd á donskum, sungið av kórleiðaranum fyri Íslendska Kvinnukórinum, Sigga EyÞórsdóttir.
Konsertin var eitt stórt upplivilsi fyri áhoyrarnar.
Kórstevnan endaði við einari megnar veitslu, sum varð hildin í Føroyahúsinum. Vit takka øllum luttakarunum fyri at vera við til at skapa eina stórfingna stevnu!
Nevndin fyri Húsakórinum