Hondbóltur
Søljan tók kanska eitt risa-stórt fet móti eini framhaldandi tilveru í bestu deildini, tá tær sunnudagin vunnu útidystin á StÍF.
Vónirnar undan dystinum vóru kanska ikki ongar, tí hóast Søljan á stigatalvuni er væl aftan fyri StÍF, so er tað tó nakað síðani, at strandakvinnurnar seinast fingu nøkur stig á kontina. Ein orsøk er uttan iva missurin av Alinu Olaru, sum uttan iva var lyklaspælarin á liðnum, men hinvegin hava ábendingarnar tó ikki verið um, at liðið skuldi stevna beina leið móti botninum á talvuni.
Søljan hevur hinvegin víst onkrar góðar taktir í summum av dystunum, men samanlagt hevur hetta tó ikki verið nóg mikið til at taka nakra fjarstøðu úr botninum. Her hevur liðið alt árið stríðst við Kyndil um at sleppa undan svartaperi, og eftir at liðini vunnu hvør sína innanhýsis uppgerð, tóktist alt benda á, at hesin spurningurin skuldi bíða til endaspælið.
Gevur vón
Men sunnudagin kom so ein ábending um, at Søljan kanska kann svara hesum, uttan at spyrja Kyndil eftir. Frá fyrsta bríksli løgdu tær hart út móti StÍF, og áðrenn tær á heimaliðnum rættiliga høvdu fatað, hvat tað var, sum hendi, so var Søljan lopin avstað.
StÍF kom meira inn í dystin, sum fráleið, og beint eftir steðgin eydnaðist tað eisini at fáa fatur á Søljuni, men tað stóð tó greitt, at hetta hevði kostað nógvar kreftir. Søljan megnaði nú eisini at svara aftur, og tó at StÍF fleiri ferðir royndi at muta ímóti, so bendi alt á, at tað skludi ikki gerast teirra dagur. Eitt korter fyri leiklok var munurin aftur niðri á einum máli, men nærri enn hesum kom StÍF ikki. Søljan ? og serliga Nicoleta Radu ? settu nú av álvara ferð á, og so megnaði heimaliðið ikki meira. Tær royndu at stríðast eina seinastu ferð, men skriftin stóð alt týðiligari á hallarvegginum, og so kundu tær hjá gestunum frøast, tá seinasta bríkslið var blást.
Sigurin merkir so í øllum førum, at Søljan nú er eitt stig framman fyri Kyndil, tá farið verður undir endaspælið. Í sjálvum sær ikki nøkur leiðsla, sum gevur garanti fyri nøkrum sum helst, men ein lítil fordeilur er tað í øllum førum, og so er at halda fast um hendan.
Hjá StÍF fer støðan nú so smátt at síggja eitt sindur ræðandi út. Takkað verið góðu byrjanini upp á árið, so hevur liðið hóast alt fimm stig, tá farið verður undir endaspælið, men skulu tær vera heilt vísar í at halda sessinum, so skal okkurt stigið afturat á kontina. Tað er nú heldur ikki so óhugsandi, at tað fer at koma, men hinvegin hava bæði Søljan og Kyndil nú fingið ábendingar á, at tað ber eisini til at fáa stig aðra staðni, og bara tað í sjálvum sær kann gera uppgávuna hjá bronsuvinnarunum frá í fjør nógv truplari.
Dysturin í tølum
StÍF-Søljan 19-24 (10-11)
Málskjúttar
StÍF: Milica Ergic 4, Paula B. Høgnesen 4, Poula D. Olsen 4, Sunfríð B. Jacobsen 3(2), Ann Mari Østerø 2, Guðrun Ólavsdóttir 1, Anna Maria Berthelsen 1
Søljan: Nicoleta Radu 14(3), Arnleyg Haraldsen 5, Jana Jacobsen 2, Petra Thomassen 1, Hertha Simonsen 1, Heidi Maria Akselsen 1
Brotskøst: StÍF 4, Søljan 5
Útvísingar: StÍF 3, Søljan 1
Dómarar úr Tjaldur: Trygvi Mortensen & Kári Hansen.