Sóljan-VÍF 18-42 (9-19) VÍF ikki at steðga

Sigursrøðin hjá vestmannakvinnunum heldur áfram, og fríggjadagin var tað Sóljan, sum mátti leggja rygg til stórtap

Hondbóltur

Jákup Mørk


Í løtuni er einki, sum bendir á, at VÍF ikki skal standa ovast, tá heiðursmerkini fyri hondbóltsárið verða býtt einaferð til várs.

Vestmannagenturnar ferðast bara frá sigri til sigur, og ikki nóg mikið við tí. Í flestu førunum verða mótstøðuliðini rætt og slætt avhølvaðið.


Mótáopini

Fríggjadagin leiktu tær framskundaðan dyst móti Sóljuni, og her var so einki at tosa um. Munurin á liðunum var beinan vegin sjónskur, og nakran spenning var ongan tíð talan um.

Sum skilst úr Vágunum, so stóri sigurin hjá VÍF serliga grundaður á vælvirkandi kontraspælið. Nýggi málverjin hevur áður víst, at hon dugir sera væl at seta mótálop ígongd, og hetta prógvaði hon enn eina ferð fríggjadagin.


Væl fyri

Einasti spurningurin tykist í løtuni at vera, um VÍF megnar at halda áfram við sigursgongini. Higertil eru tær bert snávaðar eina ferð, tá tær spældu javnleik í Klaksvík, men hinvegin hevur Stjørnan eisini bert mist hetta eina stigið.

Síðani tá hevur Stjørnan tó nógv mist annað enn stig, tí í løtuni eru tvær av týdningarmestu spælarunum uttan fyri við skaða.

Sostatt tykist VÍF í løtuni at vera betri fyri enn Stjørnan, men møguliga eru klaksvíksgenturnar ikki einasta liðið, sum VÍF skal vara seg fyri, men komandi vikan fer helst at vísa, um so er.

Tá skal VÍF fyrst royna seg móti Neistanum á útivølli, áðrenn VB um vikuskiftið kemur á vitjan. Vinnur VÍF hendan dystin, tykist talan bert at vera um kapprenning við Stjørnuna. Enn er tó lítið fráliðið í kappingarárinum, so kanska er ov tíðliga at taka nakra støðu í so máta, men ábendingarnar tykjast í øllum førum greiðar. Vestmannagenturnar ætla sær fram í oddin.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Sóljan: Simona Dziugyte 8(1), Hertha Simonsen 6, Sólja Nielsen 2, Joan Haraldsen 1, Jóhanna í Horni 1

VÍF: Ioana Rápa 11(3), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 9, Sóleyð Mikkelsen 9(6), Fríða Marjunardóttir 5, Nicoleta Radu 3, Randi Kúrberg 2, Manuela Stan 1, Alice Høghamar 1, Johanna Høgnesen 1

Brotskøst: Sóljan 2, VÍF 9

Útvísingar: Sóljan 2, VÍF 3

Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen