Sálmar og sangir í trimum dómkirkjum

    

Kristiliga sangkórið hevur 50 ár á baki. Kórið er á konsertferð í Danmark, Svøríki og í Noregi. Sungið verður í dómkirkjunum í Roskilde, Oslo og Lund umframt konsertir í Roskilde og Keypmannahavn
Sunnudagin 5. juli luttók kórið við trimum løgum á hámessu í Roskilde dómkirkju. Um kvøldið kl. 19 var konsert í Himmelev kirke nærindis Roskilde.
Mánakvøldið 7. juli kl. 17, syngja tey í dómkirkjuni í Lund. Mikudagin 9. juli á miðdegi, luttaka tey við trimum løgum, í fleirtjóða guðstænastu í Oslo dómkirkju. Fríggjakvøldið 11. juli, er konsert í føroyahúsinum í Keypmannahavn kl. 20.
Leygardagin 12. juli verður farið heim aftur við Norrønu. Sunnudagin verður guðstænasta umborð á Norrønu, har presturin, ið er við á ferðini prætikar.
Kristiliga sangkórið 3. juli 2003.
Kristiliga Sangkórið varð stovnað á vári í 1953 av Holger Borgen Hansen (nú Lindhardt) úr Varde. Hann arbeiddi nøkur ár sum grannskoðari í Havn. Tá var einki veruligt kirkjukór í Havnini og KFUM og K og meinigheitshúsið høvdu heldur einki fast kór knýtt at sær. Tað var tí natúrligt, at kórið luttók í ymiskum tiltøkum í Havnar Kirkju og á øðrum samkomum, so sum á ad-ventssamkomum og til jólar, har kórið umframt at halda jólakonsert í Havnar kirkju, eisini sang á Landssjúkrahúsinum, á ell-isheiminum, í meinigheitshúsinum, í KFUM og K o.s.v. Í fyrstani vandi kórið á Sjómansheiminum. Tað gekk ikki so long tíð, so varð kórið væl mannað og menti seg skjótt til at gerast eitt veruligt kór, sum ídag hevur 50 ár á baki.
Kórið býtir gjarna konsertirnar upp í ein seriøsan part við sálmum og kórverkum og ein lættari part við fosturlandssangum og lættari sangum. Sálmarnir eiga tó enn eitt stórt pláss í skránni. Við í kórinum eru í løtuni 35 limir.
Í 1964 gjørdi kórið eina rundferð í Føroyum. Kórið vitjaðu so gott sum allar kirkjurnar, sjálvt um ferðasambandið ikki var so gott sum nú. Hesin túrurin vardi eina heila viku.
Í 1973, tá kórið fylti 20 ár, varð farið til Danmarkar, har konsertir blivu hildnar í ymiskum býum.
Í 1978, tá kórið fylti 25 ár, varð farið til Noregs, har kórið fekk samband við Fana-kórið í Bergen. Hetta kórið hevur seinni vitja í Føroyum.
Í 1983, tá kórið fylti 30 ár, varð farið til Onglands, og í 1993 á 40 ára haldinum fyri stovnanini gekk leiðin aftur til Danmarkar, har kórið vitjaði stovnarin Holger Borgen Hansen (nú Lindhardt) og konuna, Jenny, sum sang við í kórinum øll árini, tey vóru í Føroyum. Hesi hjálptú kórinum at leggja ferða- og sangskránna til rættis. Kórið sang fleiri av løgunum og útsetingunum hjá Borgen Hansen. Stovnarin er í dag 85 ár.
Seinast kórið varð á uttanlandaferð var á 45-ára degnum fyri fimm árum síðan. Tá gekk túrurin aftur til Noregs. Og umframt at vitja Fana-kórið varð sungið í Bergen, Spjelkavik við Ålesund, á Stikla-støðun og í sjálvum Nidarosdóminum í Tróndheimi.
Kórið hevur umframt Borgen Hansen (Lindhardt) havt 9 kórleiðarar. Tann núverandi leiðarin er Hanus Joensen, skúlastjóri í Tórshavnar kommunuskúla