Sølmundur trívist best úti hjá øðrum

Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá ið Sundabáturin og Sølmundur vóru í so tættari kapping, at tað var neyðugt við umróðri

6-MANNAFØR MENN

Sølmundur vinnur alla aðra staðni, enn tá ið hann rør heima hjá sær sjálvum. Tað er logiska staðfestingin eftir fýra teir fyrstu FM róðrarnar. Sølmundur var frammanfyri Sundabátin á Norðoyastevnu og Sundalagsstevnu. Á Skálafjørðinum, har Sølmundur dagliga sæst venja, lá Sundabáturin á honum, men í Vági svaraði Sølmundur aftur og fór við teimum sjey vinnara stigunum.
Talan var um øgiliga kapping, áðrenn tað var greitt, hvør skuldi eiga vinnarastigini. Tað var ikki fyrrenn eftir umróður við Sundabátin, at Sølmundur hevðí tryggjað sær sigurin. Í umróðrinum var eingin ivi um, at Sølmundur var bestur. Tá fekk Sølmundur betri start, og hann var frammanfyri allan túsund metra teinin.
Í fyrra førinum legði Sølmundur eisini bragdligari fyri. Hann var tað mesta av einari bátslongd undan Sundabátinum eftir startspurtin. Sundabáturin tók seg fleiri ferðir fram, men tað tóktist sum um, at teir umborð á Sølmundi høvdu sinniliga yvirskotið at svara aftur.
Í endaspurtinum gjørdist tað sera tætt, hálva bátslongdin gjørdist til ein skut og so til hálvan skut og minni enn tað. Málmyndirnar, sum eru myndir tiknar við 25. parti av sekundi ímillum hvørja myndina, vístu ikki nakran mun millum teir báðar fremstu. Tí var neyðugt við umróðri.
Jarnbardur var triður á mál, men higartil hevur tað ikki eydnast Jarnbardi ella nøkrum øðrum at blanda seg í kappingina um FM heitið. Hon stendur millum Sundabátin og Sølmund, og nú er Sølmundur heilt væl fyri.

6 mannafør menn
1Sølmundur04:47.11
2Sundabáturin04:48.13
3Jarnbardur
4Gongurólvur
5Páll Fangi
6Smyril
7Lómur
8Hósvíkingur
9Víkingur
10Kollfriðingur
11Árnfjarðarbáturin